Munurin millum rættingarnar hjá "Al-Qaeda"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 2:
'''Al-Qaeda''' (á [[Arábiskt mál|arábiskum]] ''القاعدة‎''), á [[Føroyskt mál|føroyskum]] ofta nevndur '''Al-Kaida''', er ein [[islam]]skur bólkur av [[Yvirgangsfólk|yvirgangsmonnum]], sum hevur tað uppgávu at fremja álop á lond sum [[USA]] og [[Stóra Bretland|Bretland]]. Tað er eitt álvarssamt bakkast fyri yvirgangsfelagsskapin Al-Qaeda og tær víðgongdu [[islam]]istisku rørslurnar sum heild, at [[Osama bin Laden]] er deyður. [[Osama bin Laden]] hevur havt eina sera sterka støðu sum tann stóra fyrimyndin hjá Al-Qaeda, so hetta er eitt sera stórt bakkast fyri felagsskapin. Samstundis er hetta ein stórur sigur fyri stjórnina hjá [[Barack Obama]] ([[Demokratiski Flokkurin|D]]) og [[USA|Amerika]].
 
Næstovasti í felagskapinum er 59 ára gamli, [[Ayman al-Zawahiri]] úr [[Egyptaland]]i, men hann er ikki so væl skorin fyri tungubandið sum [[Osama bin Laden|bin Laden]]. [[Ayman al-Zawahiri]] er lækni, men hann hevur vígt lív sítt til [[islam]]ska læru og jihad. Hildið verður, at tað var hann, sum legði álopið á [[USA]] [[11. september]] [[2001]] til rættis. Roknað verður við, at [[Ayman al-Zawahiri]] verður ovasti í Al-Qaeda, í øllum førum eitt skifti, men felagskapurin verður noyddur at finna sær ein nýggjan leiðara í yngra ættarliðinum. Hildið verður, at hann krógvar seg á markinum millum [[Pakistan]] og [[Afghanistan]]. Annars fer felagskapurin at hava ilt við at finna nýggjar limir.
 
Annars fer felagskapurin at hava ilt við at finna nýggjar limir.
 
[[Bólkur:Islam]]