Munurin millum rættingarnar hjá "Jákup hin Rættvísi"

1,859 bytes løgd afturat ,  9 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
s (interwiki)
[[Mynd:Saint James the Just.jpg|thumb|[[Ikon (mynd)|Ikon]] (halgimynd) av Jákupi.]]
'''Jákup hin Rættvísi''' ellastundum '''"Jákup, Jesu bróðir"''' ella '''"Jákup, bróður Harrans"''' ([[Hebariskt mál|hebraiskt]]: '''יעקב הצדיק''' ''Yaakov HaTsaddik''; [[Grikst mál|grikst]] '''Iάκωβος''' ''Iakobos'') deyður uml. [[62]], var sambært [[Markus Evangeliið|Markus]] 6,3 og [[Matteus Evangeliið|Matteus]] 13,55 í [[Nýggja Testamenti]] eitt av [[Jesus|Jesu]] holdsligu systkjum.
:''Er hetta ikki træsmiðurin, sonur Mariu, og bróðir Jákups og Jósesar og Judasar og Símunar? Og eru ikki systrar hansara her hjá okkum!« Og tey tóku sær ilt av honum. '' (Markus 6,3)
 
===Hin Rættvísi===
Eftir Jesu deyða gjørdist Jákup ein av leiðarunum í [[Frumsamkoman í Jerusalem|frumsamkomuni í Jerusalem]] ([[Apostlasøgan]] 15,13) og í [[Galatabrævið|Galatabrævinum]] 1,19 lýsir [[Paulus apostul|Paulus]] hann sum ein [[apostul]].
 
Jákup var ein [[Frómleiki|frómur jødi]], og hann varð sagdur at vera heilagur frá móðurlívi; ''"hann drakk ikki vín og át ikki kjøt. Hann rakaði sær ongantíð, eiheldur hann salvaði seg við olju, ella vaskaði sær í hitaðum vatni. Einans honum varð loyvt at fara inn í tað allarheilagsta tí hann varð ikki íklæddur ullint men línklæði; hann var vanur at fara einsamallur í templið, og sást ofta liggjandi á knøum í bøn fyri fólkið, so hansara knø vórðu hørð eins og á kameli. Vegna henda rættvísa levnað varð hann róptur "Hin Rættvísi"."'' (Hegesippus (100-180 CE))
Sum tann einasti persónurin í Nýggja Testamenti verður Jákup eisini umrøddur av einum samtíðar ikki-kristnum høvundi, [[Josefus]], ið sigur at Jákup uml. ár [[62]] e.kr. varð dødmur av [[Høvuðsprestur|høvuðsprestinum]] Anan ben Anan (''Ananus ben Ananus'', ''Hannas ben Hannas'') og síðani steinaður til deyðis.
 
===Umvending===
 
EftirJákup kom ikki til trúgv á Jesu deyðalæru fyrr enn Jesus var krossfestur og upprisin frá deyðum. Eftir umvendingina gjørdist Jákup ein av leiðarunum í [[Frumsamkoman í Jerusalem|frumsamkomuni í Jerusalem]] ([[Apostlasøgan]] 15,13) og í [[Galatabrævið|Galatabrævinum]] 1,19 lýsir [[Paulus apostul|Paulus]] hann sum ein [[apostul]].
 
Jákup verður eisini settur í samband við semjuna ið kom í lag á [[Apostlafundurin|apostlafundinum]] umleið ár [[50]], viðvíkjandi reglunum ið [[heidningar]] skulu fylgja, tá teir venda um til [[Kristindómur|kristindómin]]; at teir skulu umganga kjøt frá offurdjórum, hordóm og blóð, hetta í minsta lagi, fyri at vera í tráð við siðbundnu jødisku reinleikalógirnar.
 
''Men viðvíkjandi teimum heidningunum, sum hava tikið við trúgv, hava vit sent bræv og gjørt av, at teir ikki skulu halda nakað tílíkt, men at teir bert skulu vara seg fyri skurðgudaofri og blóði og tí kvalda og hordómi'' (Apostlasøgan 21,25)
 
===Pínslarvátsdeyði===
 
Hegesippus (100-180 CE) sigur víðari:
 
''"Teir skriftlærdu og farisæarnir ið óttaðust at alt fólkið fór at taka við trúgv á Jesus, bóðu Jákup um at fara upp á tempulsvongin og tala til fólkið ið var samlað har í samband við páskirnar, og yvirtala tey um ikki at taka við vranglæru. Hartil svaraði Jákup: 'Hví spyrja tit meg um Jesus Menniskjusonin? Hann situr á himni við høgru hond hins alvalda, og skal koma aftur í skýnum.' Og tá nógv róptu 'Hosannah sonur Dávids' kastaðu teir skriflærdu og farisæarnir hann oman av templinum og steinaðu hann. Áðrenn hann doyði segði Jákup: 'Harri, Gud, Faðir, fyrigev teimum, tí tey vita ikki hvat tey gera'. Tá rópti ein av rechabitunum: 'Steðgið! Hvat gera tit? Hin rættvísi biður fyri tykkum'. Tá tók ein úr mannamúgvuni, ein tóvari, ein lurk ið hann nýtti at sláa klæði við og slerdi hin rættvísa í høvdið. Soleiðis leið hann pínslarvátsdeyðan. Tey gróvu hann á staðnum við templið, har minnisvarði hansara enn stendur."''
 
Sum tann einasti persónurin í Nýggja Testamenti verður Jákup eisini umrøddur av einum samtíðar ikki-kristnum høvundi, [[Josefus]], ið sigur at Jákup uml. ár [[62]] e.kr. varð dødmurdømdur av [[Høvuðsprestur|høvuðsprestinum]] Anan ben Anan (''Ananus ben Ananus'', ''Hannas ben Hannas'') og síðani steinaður til deyðis.
 
[[Bólkur:Halgimenni]]
1,359

rættingar