Munurin millum rættingarnar hjá "Jákup hin Rættvísi"

Content deleted Content added
Tofts (kjak | íkøst)
Nýggj síða: thumb|[[Ikon (mynd)|Ikon (halgimynd) av Jákupi.]] '''Jákup hin Rættvísi''' ella '''Jákup, Jesu bróðir''' ella '''"Jákup, bróðir Harrans"'''...
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 28. apr 2011 kl. 15:32

Jákup hin Rættvísi ella Jákup, Jesu bróðir ella "Jákup, bróðir Harrans" (hebraiskt: יעקב Yaakov; grikst Iάκωβος Iakobos) deyður uml. 62, var sambært Markus 6,3 og Matteus 13,55 í Nýggja Testamenti ein av Jesu holdsligu brøðrum.

Ikon (halgimynd) av Jákupi.
Er hetta ikki træsmiðurin, sonur Mariu, og bróðir Jákups og Jósesar og Judasar og Símunar? Og eru ikki systrar hansara her hjá okkum!« Og tey tóku sær ilt av honum. (Markus 6,3)

Eftir Jesu deyða gjørdist Jákup ein av leiðarunum í frumsamkomuni í Jerusalem (Apostlasøgan 15,13) og í Galatabrævinum 1,19 lýsir Paulus hann sum ein apostul.

Sum tann einasti av persónunum í Nýggja Testamenti verður Jákup eisini umrøddur av einum samtíðar ikki-kristnum høvundi, Josefus, ið sigur at Jákup uml. ár 62 e.kr. varð dødmur av høvuðsprestinum Anan ben Anan (Ananus ben Ananus, Hannas ben Hannas) og síðani steinaður til deyðis.

Jákup verður eisini settur í samband við semjuna ið kom í lag á aposltafundinum umleið ár 50, viðvíkjandi reglunum ið heidningar skulu fylgja tá teir venda um til kristindómin, at teir skulu umganga kjøt frá offurdjórum, hordóm og blóð, hetta í minsta lagi, fyri at vera í tráð við siðbundnu jødisku reinleikalógirnar.

Men viðvíkjandi teimum heidningunum, sum hava tikið við trúgv, hava vit sent bræv og gjørt av, at teir ikki skulu halda nakað tílíkt, men at teir bert skulu vara seg fyri skurðgudaofri og blóði og tí kvalda og hordómi (Apostlasøgan 21,25)