Munurin millum rættingarnar hjá "Norðuramerika"

Content deleted Content added
EmausBot (kjak | íkøst)
s r2.6.4) (bottur leggur aftrat: kbd:Ишъхъэрэ Америкэ
Tofts (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 2:
[[Mynd:North America satellite orthographic.jpg|thumbnail|250px|[[Fylgisveinur|Fylgisveina]] mynd av Norðuramerika]]
 
'''Norðuramerika''' er ein heimspartur. Norðuramerika eru londini [[USA|Sambandsríki Amerika]], [[Kanada]] og [[Meksiko]], umframt heimsins størstu [[oyggj]], [[Grønland]]. Í seinastu ístíð lá mikil ískappi um meginlandið, sum sumstaðni brýndi niður landslagið, dýpti láglendið við [[Stóruvøtn]] og legði eitt jaður av fruktagóðari mold oman á víðu grasfløturnar í Miðvestri. [[Klettafjøll]] eru norðan úr [[Alaska]] og suður í [[New Mexico]] eru ryggurin í meginlandinum. Eystanfyri eru [[AppalakkufjøllAppalachiafjøll]], og eystan og sunnan tey er lág strond. Í [[Kanada|Eysturkanada]] er [[Kanadaskjøldur]], ein ovurstór lægd við gomlum, niðurruddum fjøllum, sum nú liggja undir mold. [[Oyðimørk|Oyðimerkur]] eru í útsynningspartinum í [[USA]] og suður í [[Meksiko|Norðurmeksiko]].
 
Fólkið í hesum heimsparti var einaferð upprunafólk - [[indiánar]], sum livdu av tí, náttúran gav. Næstan alt fólkið har nú á døgum eru eftirkomarar hjá niðursetufólki, sum eru flutt hagar seinastu 400 árini. Sterkasta landið, bæði tá vit hugsa um fólkatal og vælferð, er [[USA]], ríkasta land í heiminum. Norðan fyri [[USA]] er ovurstóra [[Kanada]]. Her býr ikki so nógv fólk, tí at har er berligari, kaldari og harðførari enn hjá grannanum fyri sunnan. Bæði londini vóru einaferð [[Stóra Bretland|bretsk]] [[Hjáland|hjálond]], og meginparturin av fólkinum talar [[Enskt (mál)|enskt]]. Í [[Meksiko]] talar fólkið [[Spanskt (mál)|spanskt]], tí at fyrr var [[Meksiko]] [[Spania|spanskt]] [[hjáland]]. Hóast nógv [[olja]] og gass eru í [[Meksiko]], er landið fátækt.