Munurin millum rættingarnar hjá "Oddvør Johansen"

Content deleted Content added
Rættaði í tekstinum og setti keldur afturat.
No edit summary
Linja 1:
{{QA}}
 
'''Oddvør Johansen''' f. [[30. oktober]] [[1941]] í [[Tórshavn|Havn]] er [[Føroyar|føroyskur]] rithøvundur og organistur, síðan [[2007]] hevur hon starvast sum organistur í [[Hoyvíkar kirkja|Hoyvíkar kirkju]]. Hon er dóttir [[Verland Johansen]], urgusmiður, ið hevur smíðað 20 orgul, ið standa í føroyskum kirkjum, og Ebbu Restorff úr [[Tórshavn|Havn]]. Oddvør hevur fingið tvær føroyskar [[bókmentavirðisløn]]ir fyri ávikavist eina barnabók og eina skaldsøgu.
 
Pápin var hondverkari, mamman heimaarbeiðandi. Oddvør gekk 9 ár í skúla, var síðani arbeiðskona í eitt ár, fyri síðani at fara á musikkháskúla í [[Svøríki]] í eitt ár. Giftist blaðung og nam sær meiri kunnleika í orgulspæli uttanlands. Adopteraði tvey børn, men fór eftir hjúnaskilnað á konservatoriið í [[Keypmannahavn]] at læra orgulspæl. Giftist uppaftur og búði trettan ár í [[Danmark]], har hon átti tvey børn. Hevur síðan [[1987]] búð í [[Føroyar|Føroyum]].
 
== Útgávur ==
 
* 1982 Lívsins summar (skaldsøga)
* 1983 Hundalív í Grindavági (barnabók)
Line 16 ⟶ 18:
 
== Bókmentavirðislønir ==
 
* 1983 [[Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens]] fyri skaldsøguna ''Lívsins Summar''.
* 1988 [[Barnabókavirðisløn]] [[Tórshavnar kommuna|Tórshavnar býráðs]] fyri bókina ''Skip í Eygsjón''
* 2002 [[Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens]] fyri skaldsøguna ''Tá ið eg havi málað summarhúsið''.
 
== Keldur ==
 
* [http://www.bokasolan.fo/rithovundasavn/ASP_filar/13000000_johansen_oddvor.asp Bokasolan.fo].
* [http://www.bfl.fo/Default.aspx?ID=305&GroupID=GROUP420 BFL.fo], Bókadeild Føroya Lærarafelags.
 
== Útvortis ávísingar ==
 
* [http://www.rit.fo/members_blogg/default.asp?from=memberlist&memberid=1301 Rit.fo], Rithøvundafelag Føroya, Oddvør Johansen, vangamynd.