Munurin millum rættingarnar hjá "Marius Johannesen"

Content deleted Content added
Quackor (kjak | íkøst)
sNo edit summary
No edit summary
Linja 1:
'''Marius Theophilus Johannesen''' róptur '''Marius á Háskúlanum''' ([[5. mars]] [[1905]] í [[Funningur|Funningi]] - [[16. juli]] [[1986]] í [[Tórshavn]]) var lærari. Fjúrtan ára gamal fór hann til skips og var í fýra ár sjómaður, til hann í [[1923]] fór á læraraskúla í [[Tórshavn|Havn]], har hann tók prógv í [[1926]]. Sama ár varð hann settur í starv við skúlarnar í [[Mikladalur|Mikladali]] og á [[Trøllanes]]i, her starvaðist hann, til hann í [[1953]] varð settur sum fyristøðumaður á Føroya fólkaháskúla, eitt starv hann røkti, til hann vegna aldur og við eftirløn legði frá sær í [[1970]].
 
Marius hevur røkt mong álitisstørv innan [[Føroyar|føroyska]] skúlaverkið, formaður [[Føroya Lærarafelag]]s var hann [[1942]]-[[1953]] og seinni aftur stjórnarlimur eitt skifti, blaðstjóri á Skúlablaðnum [[1942]]-[[1967]]. Hann hevur eisini tikið lut í politikki sum løgtingsvalda umboð [[Sjálvstýrisflokkurin|Sjálvstýrisfloksins]] í [[Suðurstreymoy]] tey bæði valskeiðini [[1958]]-[[1966]] og sum blaðstjóri á [[Tingakrossur|Tingakrossi]] drúgt áramál.
 
Marius hevur sjálvur skrivað og eisini lagt til rættis hóp av bókaútgávum: Føroyska fólkaskúlanum skrivaði hann lærubøkurnar "Skrivligt føroyskt 4-5. skúlaár", [[1952]], og "6.-7. skúlaár", [[1954]]. Hann hevur skrivað barnabókina "Nósi kjósagrái", [[1975]], "Jólabókina" [[1975]], "Eitt sindur um Kalsoynna", [[1976]], "Megnarmenn og -kvinnur", [[1979]], "Føroysk barnaspøk", [[1979]].
 
* [[1942]] - [[1954]] Formaður í [[Føroya Lærarafelag]]i