Munurin millum rættingarnar hjá "Tú alfagra land mítt"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Mítt alfagra land.jpg|thumb|right|Mynd: Landsbókasavnið.]]
[[Mynd:Mítt alfagra land (2).jpg|thumb|right|Mynd: Landsbókasavnið.]]
 
"'''Tú alfagra land mítt'''" er tjóðarsangur hjá [[Føroyar|Føroyum]]. Sangurin er yrktur á [[Føroya Fólkaháskúli|háskúlanum]] í Føgrulíð [[1. februar]] [[1906]]. "Mítt alfagra land" var yvirskriftin hjá [[Símun av Skarði|Símuni av Skarði]] ([[1872]]-[[1942]]), tá ið hann [[1. februar]] [[1906]] hevði gjørt yrkingina, sum seinni gjørdist tjóðsangur okkara. Fyrstu ferð ”Tú alfagra land mítt” kom á prent, var í [[Tingakrossur|Tingakrossi]] [[8. januar]] [[1908]]. Uppi yvir tekstinum er tilskilað, at lag er eftir [[Petur Alberg]], og niðriundir er í fótnotu sagt frá, at sangurin hevði verið sungin á konsert í [[Tórshavn|Havn]] annan jóladag.
 
"Tú alfagra land mítt" líkist ikki hinum [[Føroyar|føroysku]] fosturlandssangunum heilt. Hugsa vit um teir elstu av hesum sangunum frá [[1870-árini|1870-árunum]] og [[1880-árini|1880-árunum]], so byrja teir ofta við at siga, hvar [[Føroyar]] eru, nevniliga langt burtur - yrkjararnir vóru staddir í [[Keypmannahavn]] og sóu landið haðani - og úti á miðjum [[hav]]i, tað verður nevnt, at landið er lítið, at tað eitur [[Føroyar]], at tað er føðiland okkara og tí mugu vit æra tað; landið er fátækt, men yrkjaranum leingist eftir tí, hann elskar tað og ynskir tí góða framtíð í Guds navni. ”Tú alfagra land mítt” lýsir hvørki landslagið, vinnuvegirnar, søguna, legu landsins ella stødd og aldur tess, sum var so vanligt í teimum eldru føðilandssangunum; tann kunnleikin er her ein givin fyritreyt.
* Yrkjari: [[Símun av Skarði]] ([[1872]]-[[1942]]).
 
* Lag: [[Petur Alberg]] ([[1885]]-[[1940]]).
Síðan [[Føroyar]] fóru at taka lut í altjóða [[Fótbóltur|fótbólti]], er tjóðsongur okkar borin fram víða um lond. Henda yrkingin, sum fyri 100 árum síðani varð yrkt í Føgrulíð, har sum søgan í dag teskar úr hvørjum steini, hoyrist nú langt út um [[Føroyar|Føroya]] strendur, men fyrst og fremst hevur hon vunnið sær pláss í [[Føroyar|føroyinga]] sál.
 
== Tekstur ==