Munurin millum rættingarnar hjá "Glitnir"

Content deleted Content added
Drugis (kjak | íkøst)
No edit summary
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 19. mar 2006 kl. 10:18

Glitnir er salur í Norrønu Gudalæruni. Um Glitnir stendur at lesa:

Forseti er sonur Baldurs og Nonnu Nepsdóttur. Hann eigur tann salin á himni, ið rópast Glitnir. Allir ið koma til hansara við rættartrætum, fara sættir haðani, og hesin dómstólur er tann besti hjá gudum og monnum. Tikið verður soleiðistil:

Glitnir eitur salur stokkar av gulli, og tektur við silvuri. Har man Forseti búgva flestar dagar og loysa allar sakir.