Munurin millum rættingarnar hjá "Vestmanna"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 6:
postnummar = 350|
íbúgvar = 1 192|
íbúgvar_ár = [[2010]]|
viðmerkingar =
}}
 
'''Vestmanna''' er ein bygd í [[Føroyar|Føroyum]], sum liggur á vestursíðuni av [[Streymoy]]nni. Vestmanna er eisini ein [[Vestmanna kommuna|kommuna]]. Alt sambandið millum [[Vágar]], og [[Vága Floghavn|floghavnina]] í [[Vágar|Vágum]], og restina av [[Føroyar|Føroyum]], gongur um Vestmanna. Áðrenn undirsjóvartunnilin til Vágarnar kom, var atløgubryggjan í Vestmanna brúkt til ferðasambandi sjóvegis millum [[Streymoy]]nna og [[Vágar]]nar. Í Vestmanna er Fiskivinnuskúli, SEV verk, handlar, matstova, og mangt annað.
 
Í fólkaskúlanum ganga 228 næmingar. Umframt fólkaskúlan er fiskivinnuskúli í bygdini (Føroya Yrkisskúli fyri Fiskiídnað og Havbúnað). Á fiskivinnuskúlanum ganga vanliga millum 30 og 40 næmingar, í løtuni er næmingatalið 35.
 
== Búskapur ==
 
Til bygdina hoyra fimm størri fiskifør og nøkur fiskifør undir 20 skrásett bruttotons. Á fjørðinum eru tvær alistøðir og á landi eru tvey flakavirki, harav annað í stóran mun er sláturvirki, sum tekur ímóti og hagreiðir alifisk. Í bygdini er ein útflutningsfyritøka, eitt plastvirki, skipasmiðja, oljugoymsla, fleiri fyritøkur í byggivinnuni, bilverkstøð og aðrar tænastu- og ídnaðarfyritøkur, umframt stóra vatnorkuverkið hjá [[SEV]]. Grundvøllurin undir landsumfatandi felagskommunala elfelagið varð í síni tíð lagdur í Vestmanna.
 
== Áhugaverd støð ==
 
Har er banki og sparikassi, gistingarhús, samkomuhús, ítróttarhøll, kirkja, prestur og prestagarður, kommunulækni og læknaviðtaluhøli, eldrasambýli, dagtilhald fyri eldri, undirhús, ungmannafelag, sangkór, bridgefelag og talvfelag. Í skúlanum er innbygdur svimjihylur og var hesin, sum er bygdur í [[1950]], tann fyrsti innilokaði svimjihylurin í [[Føroyar|Føroyum]]. Í Vestmanna er ferjulega og ferðafólkafarstøð.
 
[[Mynd:Wiking.voxmuseum.1.jpg|thumb|left|150px|Søgusavnið í Vestmanna.]]