Munurin millum rættingarnar hjá "Kalsoy"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 12:
 
'''Kalsoy''' er tann vestasta av [[Norðuroyggjar|Norðuroyggjum]]. Hon er long og smøl og 31 km² til víddar. Hon hevur 4 smáar bygdir, sum eru bundnar saman við vegum og 4 tunnlum. Norðast á oynni var ein drangur, sum nú er burtur. Hann æt [[Kallurin]], og hann hevur givið oynni navn. Best kenda søgnin úr Kalsoynni, er søgnin um [[Kópakonan|Kópakonuna]] í [[Mikladalur|Mikladali]] <ref>http://en.wikipedia.org/wiki/Selkie</ref>.
 
Í Kalsoy eru tvær kommunur og fýra bygdir. Talan er um [[Húsa kommuna|Húsa kommunu]], ið fevnir um bygdirnar [[Húsar]] og [[Syðradalur, Kalsoy|Syðradal]], og [[Mikladalur|Mikladals kommunu]], sum fevnir um bygdirnar [[Mikladalur|Mikladal]] og [[Trøllanes]]. Í báðum kommununum búgva tilsamans 139 fólk. Í [[Húsa kommuna|Húsa kommunu]] búgva 62 fólk, 48 á [[Húsar|Húsum]] og 14 á [[Syðradalur, Kalsoy|Syðradali]]. Í [[Mikladalur|Mikladals kommunu]] er fólkatalið 77; 53 fólk búgva í [[Mikladalur|Mikladali]] og 24 á [[Trøllanes|Trøllanesi]].
 
Kalsoy er eitt landbúnaðarøki. Nógv [[Seyður|seyðahald]] er í oynni, og í [[Mikladalur|Mikladals kommunu]] er eisini nógv neytahald. Har eru eini 40 - 50 neyt, av hesum eru 25 mjólkineyt, sum øll eru á [[Trøllanes]]i. Annars eru kalsoyingar til skipsfiskiskap, nakrir arbeiða í [[Klaksvík]], og seinastu árini hevur eisini verið arbeitt við at sambinda allar bygdirnar í oynni við vegum og tunnlum. Tað eru fýra tunnlar í oynni, sum samanlagt hava eina longd uppá 5.500 metrar. Ein smoltstøð er í [[Knúksdali]] millum [[Húsar]] og [[Syðradalur, Kalsoy|Syðradal]], og har arbeiða 5 til 10 fólk. Støðin framleiðir 1,7 millión smolt um árið.
 
[[Nestindar]] (788 m.) eru hægsta fjall á Kalsoynni.