Munurin millum rættingarnar hjá "Richard Harris"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 1:
'''Richard St. John Harris''' (* 1 Oktober 1930 í [[Limerick]] í [[Írland]]i – † 25 Oktober 2002 í [[London]] í [[Stóra Bretland|Bretland]]i) var ein [[Írland|Írskur]] [[Sjónleikur|sjónleikari]], [[Sangari|sangari]], [[Sangur|sangskrivari]], [[Sjónleikur|leikstjóri]], [[filmur|filmprodjúsari]], og [[Bókmentir|rithøvundur]].
 
==Yngru árini==
Richar Harris var nr. fimm av nýggju systkjum í eini miðalstættar [[Katólsk kirkja í Føroyum|katólskari]] familju. , pápin Ivan Harris átti eina mjølmyllu. Hann gekk í skúla í Jesuittaskúlanum Crescent College í Limerick. Sum ein talentríkur rugbyspælari, var hann við á fleiri rugbyliðum í býnum har hann m.a. vann eina Munster Senior Cup medalju í 1954 við Garryowen. Richard hevði ambitiónir um at koma á á írska rugbylandsliðið, men tuberklar settu eina forðan fyri hesum, men hann var verðandi ein íðin rugbyfjeppari til sín doyggjandi dag.
Eftir at vera komin yvir tuberklasjúkuna avgjørdi Richard Harris at fara á sjónleikaraskúla í [[London]], har hann slapp inn á [[London Academy of Music and Dramatic Art]] (LAMDA) at læra sjónleik.
 
==Karriera==
Harris byrjaði sína filmskarrieru í 1958 í filminum ''Alive and Kicking''. Hann hevði eisini ein minniligan leiklut í filminum ''[[The Guns of Navarone (filmur)|The Guns of Navarone]]''.
 
Í 1962 spældi Harris's í filminum ''[[Mutiny on the Bounty (1962 filmur)|Mutiny on the Bounty]]'', saman við [[Trevor Howard]] og [[Marlon Brando]].
 
Fyrsti høvuðsleiklutur hjá Harris var í filminum ''[[This Sporting Life]]'' í 1963, sum tann beiski ungi kolanámsarbeiðarin, Frank Machin, ið gerst ein kendur rugby spælari. Fyri hendan leiklutin vann Harris prísin [[Best Actor Award (Cannes Film Festival)|best actor]] í 1963 á [[Cannes Film Festival]]inum. Eftir hetta hevði hann fleiri leiðandi leiklutir ígjøgnum 1960'ini.
 
I 1970'unum hevði hann hetjuleiklutin í spenningsfilmunum "Golden Rendevous" og "The Cassandra Crossing" og eisini eru filmarnir "A man called Horse" og "A Man called Horse returns" kendir frá hesum.
 
Flestu kenna Richard Harris sum [[Albus Dumbledore]] i tveimum teimum fyrstu filmunum í filmsrøðini ''[[Harry Potter]]''. Han bleiv seinnu árini útvaldur til nógvar ymsar leiklutir, t.d. [[Sulla]] í ''[[Julius Cæsar]]'', Dr. Andreas Tork í ''[[Frøken Smillas fornemmelse for sne]]'' og ikki minst [[Marcus Aurelius]] í stórfilminum ''[[Gladiator]]''.
 
Í [[1968]] hevði hann eitt tónleikahitt við lagnum "MacArthur Park".
 
Richard Harris doyði av krabbameini stutt áðrenn upptøkurnar til tann triðja [[Harry Potter]]-filmin ''[[Harry Potter og Fangin frá Azkaban]]'' byrjaðu.