Munurin millum rættingarnar hjá "Arktis"

Content deleted Content added
Xqbot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: vi:Vùng Bắc Cực
No edit summary
Linja 9:
== Fólkið og samfelagið ==
 
Lítið fólk býr í køldu, harðføru londunum við [[Íshav]]ið. [[Sámar]] í [[Sápmi|Sámalandi]], jakutar og nenetsar í [[Siberia]] og [[inuittarinuit]]tar í [[Kanada]], [[Alaska]] og [[Grønland]]i livdu fyrr av at veiða. Nógv reindýr halda til á hesum leiðum og av teimum fekk fólkið til dømis mat, klæði, amboð og lutir til býtishandil. Nøkur fólk liva enn soleiðis, men tey flestu hava nú búsett seg í bygdum og hava fast arbeiði.
 
Um veturin liggur lendið undir í djúpum kava, og um summarið, tá ið kavin tiðnar, gerast stór lendi bleytar mýrar. Fólk eru í kavaskóm ella á skíðum, at tey skulu ikki søkka niður í kavan. Á gleri og hørðum kava ganga fólk í skóm við tjúkkum, grovum botni, ella tey hava píkar undir skónum, at tey ikki glíða. Fyrr varð hundasleta álitið til allan flutning langvegis; men nú nýta tey flestu kavaskutara. Hann er lættur at handafara, ekur skjótt og orkar væl at draga.