Munurin millum rættingarnar hjá "Marokko"

Content deleted Content added
SieBot (kjak | íkøst)
s bottur broytur: sq:Maroku
Linja 52:
 
== Søga ==
 
[[Spania]] hevði síðan [[16. øld]] havt tvær støðir á strondini við [[Miðjarðarhav]]. Tær vóru grundin til, at partur í Marokko gjørdist [[Spania|spanskt]] varðland í [[1912]]; eftir tað tóku [[spania]]menn seg inn í [[Riffjøll]] fyri sunnan. Har fingu teir mótstøðu frá [[berbum]], sum búðu í [[Rif]]. Við [[Mohammed Abd-el-Krim]] á odda vunnu [[berbar]] á einari [[Spania|spanskari]] herdeild við [[Anual]] í [[1921]], og teir tóku tveir havnabýir, so at teir kunda útvega sær vápn og aðra hernaðarútgerð. Ikki fyrr enn berbar lupu á [[Frakland|franska]] varðlandið í Marokko, eydnaðist [[Frakland|fronskum]] og [[Spania|sponskum]] herdeildum í felag at vinna á teimum í [[1925]].
 
Til [[1956]] var Marokko [[Frakland|franskt]] [[hjáland]], og hevur hetta við sær, at nógvir marokkanarar duga [[franskt (mál)|franskt]].