Munurin millum rættingarnar hjá "Sørvágur"

Content deleted Content added
→‎Kirkjan: Setti eina mynd inn
Dagfø av fólkatalinum og keldur + setti eina mynd inn
Linja 6:
kommuna = Sørvágs kommuna|
markatal = 48|
íbúgvar = 9661027|
íbúgvar_ár = [[20072010]]|
viðmerkingar =
}}
 
'''Sørvágur''' er ein bygd í [[Vágar|Vágum]].
 
== Søga ==
Linja 20:
 
Í [[1950-árini|fimmtiárunum]], tá grivið varð út fyri nýggjum skúla í Sørvági, komu menn fram á hesa gomlu búseting. Dygst undir har gamla fimleikahøllin varð bygd vórðu leivdirnar av búseting funnar. Fornfrøðingar komu vestur og gróvu økið út og máldu, teknaðu og kortlagdu garðin. Fyri fleiri árum síðan varð forn búseting aftur funnin í sjálvum kirkjugarðinum í Sørvági. Henda búseting er ikki kanna enn, og tí verður heldur ikki grivið í hesum partinum av kirkjugarðinum. Henda búseting er við [[Hanusará]] eins og tann fyrra. Vit kunnu sostatt staðfesta, at fyrsta búseting í Sørvági hevur verið uttanfyri [[Kirkjuá]]nna, niðan við [[Hanusará]]. Seinni, helst einaferð millum [[1200]] og [[1400]], er so tað hent, at bygdin er flutt millum [[Kirkjuá]] og [[Stórá]] at vera. Í [[1600-talinum]] vita vit rættuliga vist, at eingin búseting var uttanfyri [[Kirkjuá]]nna, so tá er bygdin flutt.
[[Mynd:Sorvagur,_faroe_islands,_view_on_mykines.jpg|thumb|right|270px|Sørvágur og [[Mykines]]]]
=== Teir tríggir hagarnir ===
 
Linja 28:
 
Aðalsættin [[Benkenstock]] í [[Noreg]]i átti, helst frá byrjan í [[1400-talinum]] og til [[1660-árini]], alla jørðina í Sørvági, allar 48 merkurnar. Um [[1665]] seldu tey sína jørð í Sørvági til ein [[Danmark|dana]], nevndur [[Severin Fohrman]], hesin varð av [[Føroyar|føroyingum]] róptur ''Servin''. Servin byrjaði longu í [[1667]] at selja jørðina aftur til [[Føroyar|føroyingar]]. Eftir hetta er meginparturin av jørðini í Sørvági ognarjørð. At ein eigari var til jørðina, og at hann ikki var [[Føroyar|føroyingur]] ger helst, at nærum eingin kongsjørð er í bygdini. Tann eina hálvmørkin, ið er kongs í Sørvági vita vit stavar frá [[1729]], tá ein maður nevndur [[Sunnivu Jógvan]] rýmdi av landinum uttan loyvi. Hansara jørð fór tá undir kong.
[[Mynd:Sørvágur a Village on Vágar island in the Faroe Islands.JPG|thumb|Sørvágur]]
 
=== Fólkavøksturin ===
 
Linja 47:
=== Skúlin ===
 
Frá u.l. [[1832]] var skúli hildin í Sørvági, men fyrstu mongu árini mátti skúlin halda til í leigaðum hølum. Frá [[1854]] til [[1880]] var eingin skúlagongd men bert heimaundirvísing. Í [[1880]] verður aftur lærari settur og helt hann skúla í leigaðari stovu í húsunum "hjá Stoffa" rópt. Fyrsti skúlin í Sørvági varð bygdur í [[1887]]. Í [[1957]] var eldri parturin av núverandi skúla bygdur, gamla fimleikahøllin er frá [[1959]] og sunnasti parturin av eldra skúlanum varð bygdur í [[1961]]. Nýggi parturin av skúlanum, tann niðari, og nýggja fimleikahøllin, vórðu bygd í [[1989]]. Gamli svimjihylur við [[Bonursahyl]] varð bygdur summarið [[1930]] til svimjiundirvísing. Innandura svimjihylurin varð bygdur í [[1974]], beint við skúlan og varð tann gamli tá niðurlagdur.<ref>[http://www.sorvag.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=67&Itemid=66 Sorvag.fo]</ref>
 
== Ítróttir ==
Linja 57:
* [[Vágar]]
* [[Føroyar]]
 
== Keldur ==
<references/>
 
== Útvortis ávísingar ==
*[http://www.sorvag.fo/ Sørvágs kommuna]
 
[[Bólkur:Bygdir í Føroyum]]