Munurin millum rættingarnar hjá "Hvalba"

Content deleted Content added
Linja 19:
 
== Kolanám í Hvalba ==
Suðuroy er einasta oyggj í Føroyum sum hevur havt kolaframleiðslu. Hildið verður við vissu, at kolasøgan í Suðuroynni í hvussu so er byrjaði í 1770'unum, um ikki fyrr. Kolanám (kolaminur) og framleiðsla hevur verið í Hvalba, í [[Rangabotnur|Rangabotni]] í [[Trongisvágur|Trongisvágur]] og í [[Fámjin]]. Hvalba er einasta stað í Føroyum, har tað enn er kolaframleiðsla. Seinasta kolanámið, sum var sunnanfyri tunnilsmunnan Hvalbiar megin lat aftur í 2009. Í 2009-10 byrjaði so arbeiði uppá at gera eitt nýtt kolanám á fjallinum norðanvert tunnilsmunnan. Gamla kolanámið var umleið 30 ára gamalt og er nú í so ringum standi, at tað ikki kann brúkast til ferðavinnu longur, tað var annars sera vælumtókt at vísa fram til skúlaflokkar og bólkar av ferðafólki. Men ætlanin er at brúka tað nýggja námið til ferðavinnu eisini.
 
== Bóltfelagið Royn ==