Munurin millum rættingarnar hjá "Ørðavík"

Content deleted Content added
→‎Vegurin um Hovsegg: setti mynd inn
No edit summary
Linja 9:
viðmerkingar =
}}
'''Øravík''' er bygd í [[Suðuroy]]. Har búgva 42 fólk ([[2010]]). Øravík er partur av [[Tvøroyrar kommuna|Tvøroyrar kommunu]]. Øravík er á eystursíðuni á [[Suðuroy]]nni, miðskeiðis í oynni. Grannabygdirnar eru [[Fámjin]], [[Hov]] og [[Trongisvágur]]. Fyri at koma til [[Fámjin]]s, sum er bygd á vestursíðuni av Suðuroynni, má ein koyra gjøgnum Øravík fyrst og snara av har. Ferjulegan í Suðuroynni, [[Krambatangi]], er ber fáir minuttir norðanfyri bygdina Øravík, í Øravíkarlíð.
Eitt hotel er í Øravík, sum eitur Hotel Øravík ella Gistingarhúsið við Á. Har er eisini matstova. Summarhús verða eisini útleigað í Øravík. Eitt bønhús er í bygdini. Har er eitt lítið havnalag við einari kai og nøkur neyst eru har. Neyt eru eisini at síggja í Øravík umframt seyð og gæs.
Úr Øravík á veg suðureftir kann ein velja at koyra til [[Hov]]s antin gjøgnum [[Hovstunnilin]], sum varð tikin í brúk í 2007 ella eftir gamla [[Vegurin um Hovsegg|vegnum um Hovsegg]] sum gongur gjøgnum [[Tjaldavík]] og eftir Hovseggini.
 
== Vegurin um Hovsegg ==
[[Mynd:Hov.8.jpg.jpg|thumb|200px|left|Basalt í Hovseggini skapað sum "zikzak".]]
Hesin vegur verður nú mest brúkt av teimum sum eiga seyð í økinum ella av fólki sum velur at fara henda longra teinin fyri at njóta vakra útsýnið. Tað sæst langan veg norður eftir um tað er klárt í veðrinum frá vegnum um skarði, beint áðrenn veguri fer rundan um fjallið til Hoveggina. Í Hovseggini er eisini vakurt útsýnið suðureftir, ein sær heilt suður til [[Beinisvørð]] í klárum veðri, og so er sermerkt basalt grót framvið vegnum, stabbagrót, men skapað meira í "zikzak" formi, ikki sum beinir stabbar, sum stabbagrótið í Froðba, heldur meinlíkt tí sum ein sær í [[Kúlugjógv]] í [[Froðba]]. Longri uppi í fjallinum er tó basalt grót, sum er í stabbaskapið eins og tað fram við Froðbiarvegi.
Eitt hotel er í Øravík, sum eitur Hotel Øravík ella Gistingarhúsið við Á. Har er eisini matstova. Summarhús verða eisini útleigað í Øravík. Eitt bønhús er í bygdini. Har er eitt lítið havnalag við einari kai og nøkur neyst eru har. Neyt eru eisini at síggja í Øravík umframt seyð og gæs.
 
== Uppi millum Stovur, Gálgagjógv og Tjaldavík ==