Munurin millum rættingarnar hjá "Ørðavík"

Content deleted Content added
Rættaði fólkatalið til 42, Hagstovan hevur broytt talið aftur, tí fyrr í ár hevur fólkatalið í Øravík smb. Hagstovuni verið yvir 100, + rættingar og meira tekst
→‎Vegurin um Hovsegg: setti mynd inn
Linja 12:
 
== Vegurin um Hovsegg ==
[[Mynd:Hov.8.jpg.jpg|thumb|200px|left|Basalt í Hovseggini skapað sum "zikzak".]]
Hesin vegur verður nú mest brúkt av teimum sum eiga seyð í økinum ella av fólki sum velur at fara henda longra teinin fyri at njóta vakra útsýnið. Tað sæst langan veg norður eftir um tað er klárt í veðrinum frá vegnum um skarði, beint áðrenn veguri fer rundan um fjallið til Hoveggina. Í Hovseggini er eisini vakurt útsýnið suðureftir, ein sær heilt suður til [[Beinisvørð]] í klárum veðri, og so er sermerkt basalt grót framvið vegnum, stabbagrót, men skapað meira í "zikzak" formi, ikki sum beinir stabbar, sum stabbagrótið í Froðba, heldur meinlíkt tí sum ein sær í [[Kúlugjógv]] í [[Froðba]].
Eitt hotel er í Øravík, sum eitur Hotel Øravík ella Gistingarhúsið við Á. Har er eisini matstova. Summarhús verða eisini útleigað í Øravík. Eitt bønhús er í bygdini. Har er eitt lítið havnalag við einari kai og nøkur neyst eru har. Neyt eru eisini at síggja í Øravík umframt seyð og gæs.