Munurin millum rættingarnar hjá "Sámal Joensen-Mikines"

Content deleted Content added
Quackor (kjak | íkøst)
s Bólkar
Quackor (kjak | íkøst)
s minni rættingar
Linja 1:
[[Mynd:Mykines.gif|thumb|Mikines - sjálvsmynd]]
 
'''Sámal''' Elias Frederik '''Joensen-Mikines''' (* [[23. februar]] [[1906]] í [[Mykines]]i, † [[21. september]] [[1979]] í [[Keypmannahavn]]) var ein av [[Føroyar|Føroya]] størstu [[listamaður|listamonnum]].
 
Hann varð borin í heim á teirri brimbardu útoynni [[Mykines|Mykinesi]]. Hann tók sær navnið á oynni til eftirnavn. Alt lívið kendi ''Mikinesmálarin'' - ella Mikines, sum vit plaga at rópa hann, seg tætt knýttan at dramatisku náttúruni á síni upphavsins oyggj — og at bygdarfólkinum har.
 
Í [[1928]] - [[1932|32]] fekk Mikines útbúgving sum listamaður á Kunstakademiets Malerskole í [[Keypmannahavn]]. Mikines Hann er Føroyavar fyrsti '''professionelli''Føroyski listamaðuryrkislistamaður, og av røttum verður havt á orði, at hann er "faðir at føroyskari myndlist".
 
Eftir lokna útbúgving vendi Mikines heim aftur til Føroya, og síðan skiftist hann um at búgva í Mykinesi, [[Tórshavn|Havn]] og Keypmannahavn. Heimaoynna vitjaði hann at kalla á hvørjum sumri, fann myndevni síni har — og aðrastaðni í Føroyum. Undantøk frá hesum eru landslagsmálningar, hann málaði á [[Bornholm]] og í [[Bovbjerg]] í [[Danmark]] eitt skifti í 1960 árunum.
 
[[Mynd:Jarðarferð.gif|thumb|right|200px|'''Aftur av gravarferð''', frá 1935, [[Listasavn Føroya]]]]
 
Ein eyðkendur norrønur ekspressionistiskur tóni er í list Mikines. Í tíðarskeiðnum [[1933]] [[1940|40]] er menniskjalig líðing eitt ástøðiligt myndevni. Tann kensluborni listamaðurin kennir deyðans nánd — trý systkin hansara og faðirin doyggja av tuberklasjúkuni. Hartil kemur, at skipbrot og aðrar vanlukkur á havinum raka næstringar hansara.
Havið tekur mangar Mykinesmenn í bestu árum — skyldmenn, grannar og vinmenn og Mikines tekur á seg byrðuna at lýsa líðingina.
Í monumentalum komposisjónum við cinføldum stórum rørslum og døkkum litum málar hann tey, ið eftir sita, um børuna, eftir jarðarferð, í ervi.
Ein røð av sterkum andlitsmyndum er eisini málað hetta tíðarskeiðið, ið uttan iva telist millum hansara mest upprunaligu og týðandi. Við [[Edvard Munch]] kundi Mikines siga:
 
[[ImageMynd:Faroe stamp 289 europe - mikineskona.jpg|thumb|left|200px|'''Mykineskona''', frá 1934, [[Listasavn Føroya]]]]
 
:''Øll list, bókmentir sum tónleikur, má gerast við hjartablóðinum. Listin er eins hjartablóð.''
 
Ein drúgv uttanlandsferð í [[1937]] fekk avgerandi týdning fyri framhaldandi listarligu menning hansara. Ferðin gekk til Bjørgvins, [[Oslo]], Stokkhólmar, [[Keypmannahavnar]], [[Haag]], [[Amsterdam]] og [[París|Parísar]]. Íblástur av hesi ferð loysir upp fyri liti og kenslulag og íbirtir eina uppgerð við 1930áranna ''deyða-myrkur''.
 
Í [[1942]] tekur Mikines upp ein tátt, ið skuldi gerast hansara lívs avbjóðing: [[Grindadráp]]ið. Í stórum fýrnum komposisjónum viðger hann hetta dramatiska myndevni, har lívið og deyðin standa í álvarsligum stríði. Hansara ovurhugaða romantiska sinni ger vart við seg í eini langari røð av litríkum variasjónum yvir hetta tema.
Line 42 ⟶ 45:
 
[[Bólkur:Føroyingar|Joensen-Mikines, Sámal]]
[[Bólkur:Føroysk listafólk|Joensen-Mikines, Sámal]]
[[Bólkur:Føðingar í 1900-árunum|Joensen-Mikines, Sámal]]