Munurin millum rættingarnar hjá "De La Soul"

Content deleted Content added
AblePoems (kjak | íkøst)
sNo edit summary
AblePoems (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 2:
'''De La Soul''' er ein [[USA|amerikanskur]] [[hip hop]] bólkur, stovnaður í [[1987]] í [[Long Island]], [[New York]]. Í bólkinum eru tríggjir tónleikarar; [[Kelvin Mercer]] (Plug One/Posdnuos), rappari, [[David Jude Jolicoeur|David Jolicoeur]] (Plug Two/Trugoy), rappari, [[Vincent Mason]] (Plug Three/Mase), DJ, rappari.
 
Bólkurin gjørdist kendur í [[1989]], tá teir góvu teirra fyrstu fløgu út, "[[3 Feet High and Rising]]". [[Paul Huston]] (Prince Paul), sum seinni stovnaði horror-core[[hip hop|horrorcore]] bólkin [[Gravediggaz]], framleiddi fløguna. Hon var væl umtøkt,<ref>http://www.allmusic.com/album/r27752</ref> sjálvt um hon ikki innihelt vanlig elimentir í rappi, so sum vápn, vold og banniorð. Temaðið hjá fløguni var ein sjónvarps spurnarkapping. Teir tosaðu bæði um stoffir, samlegu, fátækadømi, og enntá summardáar og sveittalukt.<ref>http://www.lyrics007.com/De%20La%20Soul%20Lyrics/A%20Little%20Bit%20Of%20Soap%20Lyrics.html</ref> Summi kallaðu fløguna framtíðin hjá hip hoppi<ref>http://www.pandora.com/music/artist/de+la+soul</ref> og summi kallaðu teir 'hippi-rapparar' <ref>http://www.npr.org/templates/story/story.php?storyId=4828153</ref>, grundað á blóminum á fløguhaldaranum. Teir vildu ikki vera kendir sum hippiar <ref>http://www.mp3lyrics.org/d/de-la-soul/aint/</ref> og settu steðg á hesum við at útgeva fløguna "[[De La Soul is Dead]]" í [[1991]], har fløguhylstrið var ein mynd av einum brotnum urtapotti.
 
Eisini eru teir kendir fyri teirra luttøku í sanginum "Feel Good Inc" hjá [[Gorillaz]], sum teir vunnu eina Grammy fyri.<ref>http://www.independent.co.uk/arts-entertainment/music/news/full-list-of-grammy-award-winners-525647.html</ref>