Lat upp høvuðsmeny

Broytingar

2,872 bytes løgd afturat ,  9 ár síðan
Skrivaði meira tekst um Hvalba, m.a. um Norðbergseiði, kolasøguna og um Royn.
}}
 
'''Hvalba''' er ein bygd í [[Suðuroy]] og ein [[kommuna]], [[Hvalbiar kommuna]], ið fevnir um bygdirnar Hvalba og, [[Sandvík]] og Nes-Hvalba. Oyggin [[Lítla Dímun]] hoyrir eisini til sóknina í Hvalba og Sandvík. Hvalba er næstnorðasta bygd í [[Suðuroy]]nni. Bygdin er bundin saman við grannabygdunum [[Trongisvágur|Trongisvág]] fyri sunnan og [[Sandvík]] fyri norðan við tveimum tunlum. [[Hvalbiartunnilin]], sum er millum Trongisvág og Hvalba er [[Føroyar|Føroya]] elsti tunnil, hann var gjørdur í 1963 og er beint við kolanámini. [[Sandvíkstunnilin]] er á norðara armi av Hvalbiarfirði, eystanfyri Hvalbiarbygd. Tunnilin varð tikin í brúk í 1970.
 
 
==Fiskieiði==
 
Í Hvalba er tvírøtt. Har er lendandi bæði fyri eystan og fyri vestan. Lendingin fyri vestan sæst á frímerkinum og eitur Fiskieiðið, eisini rópt Hvalbiareiðið. Hon var sera trupul at nýta, tí har er bratt og høgt oman á sjógv, men tíðliga í 20. øld var gjørt eitt stórt arbeiði har, so lendingarviðurskiftini gjørdust rættiliga góð. Hetta var í teirri tíðini, tá ið [[árabátar]] vórðu nýttir. Seinri eru fiskiførini vorðin størri, hava fingið motor og sigla skjótari, so nýtslan av Fiskieiðinum sum lending er fallin burtur. Tó verður lendingin á Fiskieiðinum nú brúkt til stuttleika túrar og til [[ferðavinna|ferðavinnu]]. Túrar verða gjørdir fyri ferðafólk, bæði [[Føroyar|føroyingar]] og útlendingar.
 
== Norðbergseiði ==
Norðara eiði í Hvalba eitur [[Norðbergseiði]]. Tað er vakurt náttúruøkið, sum m.a. verður vitjað av ferðafólki, bæði av føroyingum og útlendingum. Í 2009 byrjaði ein bólkur av hvalbingum at bjóða síging á Norðbergseiðinum sum ferðavinnumál. Tað var væl eyndað og í 2010 vóru tað uppaftur fleiri, ið royndu at síga á Norðbergseiðinum enn tað vóru árið fyri. Norðanfyri sjálvt eiði er bergið Norðberg, sum eiði eitur eftir. Eitt hol er í helluni á Norðbergseiðinum, har er stik sett rundanum, so fólk ikki detta niður í tað. Havið sæst niður gjøgnum holið. Niðri á helluni á Norðbergseiðinum er sermerkt stabbagrót.
 
== Kolanám í Hvalba ==
Suðuroy er einasta oyggj í Føroyum sum hevur havt kolaframleiðslu. Hildið verður við vissu, at kolasøgan í Suðuroynni í hvussu so er byrjaði í 1770'unum, um ikki fyrr. Kolanám (kolaminur) og framleiðsla hevur verið í Hvalba, í [[Rangabotnur|Rangabotni]] í [[Trongisvágur|Trongisvágur]]og í [[Fámjin]]. Hvalba er einasta stað í Føroyum, har tað enn er kolaframleiðsla. Seinasta kolanámið, sum var sunnanfyri tunnilsmunnan Hvalbiar megin lat aftur í 2009. Í 2009-10 byrjaði so arbeiði uppá at gera eitt nýtt kolanám á fjallinum norðanvert tunnilsmunnan. Gamla kolanámið var umleið 30 ára gamalt og er nú í so ringum standi, at tað ikki kann brúkast til ferðavinnu longur, tað var annars sera vælumtókt at vísa fram til skúlaflokkar og bólkar av ferðafólki. Men ætlanin er at brúka tað nýggja námið til ferðavinnu eisini.
 
== Bóltfelagið Royn ==
Hvalba hevur eitt virki bóltfelag, sum eitur [[Royn]]. Felagið varð stovnað 23. oktober 1923.<ref>[http://www.royn.org/pages/felagid.php Royn.org]</ref> Í 2010 spældi Royn í 3. deild. Teir gjørdust nummar 3, men ryktu upp í 2. deild, av tí at felagið sum gjørdist nummar tvey longu hevði eitt lið í 2. deild frammanundan. Royn hevur eisini lið í fleiri av barnadeildunum. Felagið hevur fyrr samstarvað við onnur feløg í oynni, og í 2010 var dreingjaliðið felags við TB. Dreinjaliðið TB/Royn vann silvur í 2010. Smádreingirnir hjá Royn vunnu silvur í 2009.<ref>[http://www.football.fo/index.asp?id=%7BB7F219ED-B20D-4D5B-8358-F80D17E12A09%7D Football.fo]</ref>
 
<br clear="all">
Image:Faroe boat at Hvalbiareidi, Faroe Islands.jpg|Bátur.
Image:Hvalba sunset, Faroe Islands.jpg|Sólsetur í Hvalba.
Image:Coalmine.Hvalba.5.jpg|KulminenKolanám í Hvalba
</gallery>
 
== Keldur ==
<references/>
 
==Útvortis ávísing==