Munurin millum rættingarnar hjá "Hannibal"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 12:
==Puniska kríggjið==
[[File:Hannibal3.jpg|thumb|right|200px|Hannibal og hansara menn fara um [[Alpurnar]].]]
Stutt eftir at Hannibal var vorðin herførari, gjørdi [[Rómverjaríkið]] eina samansvørjing við spanska býin [[Saguntum]]. Hetta sá Hannibal sum brot á eina friðar-avtalu sum Rom og [[Karthago]] høvdu um hetta mundi, og leðgi tí býin í oyði. Eftir hetta kunngjørdu rómverjar kríggj og so byrjaði tað næsta puniska kríggjið.

Hannibal førdi um várið 218 f.kr. herdeildir sínar úr [[Spania]], upp um [[Alpurnar]], og kom til [[Italia]] í December. Áðrenn Hannibal fór upp um Alpurnar hevði hann 52,000 hermenn undir sær. Ferðin var ikki løtt og tá hann var komin til Italia, hevði hann bara 24,000 hermenn og nakrar heilt fáar fílar eftir.
 
Komin til Italia, fekk hann fleiri uppreistrar sinnaðar italienar við í sín part. Ímóti rómverjum vann hann tríggjar stórar sigrar, og at enda var eingin herur ímillum hann og Rom. Hann helt tó ikki at tað var ráðiligt at gera eina roynd at hertaka býin.