Munurin millum rættingarnar hjá "Platon"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 6:
Miðøldin var góð við [[Aristoteles]] og tók hann fram um Platon, men í [[Bysans|Býsantiska ríkinum]] varð nógv granskað í Platoni.
 
==Platonisma==
Tað at nokta materiellu kringumstøðurnar hjá okkum og tær avleiðingar, ið hetta hevur, eins og [[Sokrates]] ofta gjørdi, nevnist oftani "platonisma". Í fleiri av verkum Platons - serliga Politeiu - kemur [[Sokrates]] og vendir vanliga mátanum, sum vit fata heimin kring okkum á, og tað, vit kunnu vita, fullkomiliga á høvdið - hann avnoktar sansirnar fullkomiliga. Í verkinum ''Teatetos'' letur hann [[Sokrates]] siga, at slík fólk, sum trúgva á sansirnar, eru "eu a-musoi", sum merkir "glað uttan musurnar". Hetta merkir í stuttum, at tey liva uttan guddómsligan íblástur, sum í einum glotta kann vísa teimum hin hægra veruleikan.