Munurin millum rættingarnar hjá "Syðrugøta"

Content deleted Content added
Arne List (kjak | íkøst)
+ vakurt frímerki :-)
Arne List (kjak | íkøst)
tekst
Linja 12:
'''Syðrugøta''' er ein bygd í [[Eysturoy]].
 
Syðrugøta er bygd frá [[víkingur|víkingatíð]], og saman við grannabygdunum, [[Gøtugjógv]] og [[Norðragøta|Norðragøtu]] verður hon ofta bert nevnd Gøta, og hesar bygdir eru ein kommuna. Navnið Gøta sipar til bygdagøtuna, sum frá gamlari tíð hevur verið ein høvuðsfarleið í Eysturoy frá [[Skálafjørður|Skálafirði]] til bygdirnar norðanfyri. Fyrri liður í bygdarnavninum sipar til, at hon var tann syðra av tveimum.
{{stubbi}}
 
Gøtugjógv er helst yngri bygd enn hinar báðar. Gomul søgn er, at kirkja var í Syðrugøtu, men av óbótagerð misti bygdin kirkjuna, og varð hon flutt til Norðragøtu. Enn verður víst á, har kirkja og kirkjugarður vóru. Frá gamlari tíð eru kendir tveir býlingar, niðri við Hús og úti í Grógv, men teir eru samanbygdir fyri mongum árum síðan. Um 1860 kom nýggj bygd, [[Undir Gøtueiði]], sum liggur í Syðrugøtuhaga við Skálafjørðin.
 
Syðrugøta hevur stóran haga, og sera langt er úr norðasta parti og aftur at húsum. Søgn er, at syðrugøtumenn høvdu hús við eldstaði í haganum at vera í, um ov seint var at fara aftur at húsum.
 
Ein seyðamaður í bygdini, ið nevndist Jákup Dintil, var sera kvikur maður. Hann fór í hetta hús eitt kvøldið, men skjótt eftir komu tveir seyðatjóvar inn og verða varir við hann. Við snildum slapp hann út og so til beins aftur at húsum at siga frá.
 
Syðrugøta liggur við [[Gøtuvík]], sum er opin móti eystri, og tá ið landsynningur og eystan gera um seg, er ókyrt á víkini. Frægasta kyrruplássið er í Norðragøtu, og har er kommunal havn bygd. Á frímerkinum sæst sandurin niðan fyri húsini, og har verður [[G! Festival]]ur hildin á hvørjum sumri. Hann hevur verið eitt framúr stórt tiltak, sum hevur savnað eina øgiliga rúgvu av ungum fólki, og er vaksin á hvørjum ári. Í ár vóru 5000 fólk møtt, ella um 10% av øllum føroyingum, og kendar stjørnur úr útlondum hava luttikið.
 
==Fólk==
*[[Eivør Pálsdóttir]]
 
==Kelda==
*[http://www.stamps.fo/default.asp?catalog%5Fname=Frim%E6rker&category%5Fname=&product%5Fid=549 Postverk Føroya]
 
<br clear="all">