44.805
rættingar
No edit summary |
EileenSanda (kjak | íkøst) (setti myndir inn vm.) |
||
}}
'''Sandvík''' er ein bygd
== Víkingabygd ==
[[Mynd:Sandvík.2.jpg|thumb|200px|left|Sandvík.]]▼
Sjálvt um Sandvík er niðursetubygd, so hava fólk tó búð í Sandvík í [[Víkingatíðin]]i. Bygdin er nevnd í [[Føroyingasøga|Føroyingasøgu]] við navninum Sandvík, og har búði [[Torgrímur illi]]. Hann var eingin vinmaður við [[Sigmundur Brestisson|Sigmund Brestisson]], ið vildi hava [[Føroyar]] at vera skattland [[Noreg]]s kongs. Tá ið
[[Tróndur í Gøtu]] við sínum monnum søkti at Sigmundi, noyddist hesin at loypa í havið og svimja alla leið úr [[Skúvoy]] til Sandvíkar. Har beindi Tórgrímur fyri honum og tók gullringin, sum Sigmundur hevði um armin.
▲[[Mynd:Sandvík.2.jpg|thumb|200px|left|Sandvík.]]
== Sandvík ella Hvalvík ==
Sandvík var ikki bygd aftur fyrrenn millum [[1813]]-[[1816]]. Frá miðøld og fram í [[20. øld]] hevur bygdin itið Hvalvík. Hetta var ikki heppið, tí onnur bygd við sama navni var í [[Føroyar|Føroyum]]. Í [[1911]] varð tí ásett, at henda bygdin í Suðuroy skuldi fáa sítt gamla navn, Sandvík, aftur.
== Húsið uttan Ánna ==
[[Mynd:Sandvík.11.jpg|thumb|left|Húsið uttan Ánna]]
Í [[1866]] bygdi [[Niels Jacob Olsen]] húsini Uttan Ánna, sum í dag er forminnissavn. Húsini eru tey fyrstu, sum eru bygd uttan fyri ta stóru ánna, ið rennur mitt gjøgnum bygdina.
== Onnur gomul hús ==
Fleiri gomul hús og bygningar eru í bygdini, m.a. er ein gomul smiðja, sum Tummas Thomsen átti. Eisini er ein gamal handil fra [[1877]], sum var úthandil hjá handilsmonnunum á [[Tvøroyri]]. Tað var Jens Marius Nielsen, sum var seinasti handilsmaður har.
== Ásmundarstakkur ==
[[Mynd:Ásmundurstakkur.4.jpg|thumb|right|Ásmundarstakkur]]
Vestan fyri Sandvík liggur Ásmundarstakkur, ið er ein stórur klettur, sum einaferð var fastur í landinum, men ikki longur. Eitt lítið sindur longur suðuri liggur Tvørgjógv (Neytakonugjógv), har níggju neytakonur gingu seg útav í mjørka. Tunnilin til Sandvíkar kom ikki fyrr enn í [[1970]], men tunnilin er ikki tíðarhóskandi longur.
== Brot úr Sandvíkssanginum ==
Lag: Højt over fjellet (skjótari tempo)
Engedahl & Stordahl: Midnattsolens land.
*Sandvík, mín heimbygd, kær tú mær er,
*prúðasta bygd í føroyum tú er,
*gitin tú er um landið alt,
*aldrin tú gloymast skalt.
== Keldur ==
* [http://www.faroestamps.fo/?sprog=&side=80ef5fa50cabf757115f4b66c9b2a12a Faroestamps.fo - Sandvík].
* Blað 1 - Des. 2006 - 8 flokkur í Hvalba.
* [http://landsverk.fo/default.asp?sida=787 Landsverk.fo]
== Slóðir úteftir ==
{{Commons|Sandvík}}
* [http://www.hvalba.fo/ hvalba.fo], Hvalbiar kommuna.
* [http://www.flickr.com/search/?w=all&q=sandv%C3%ADk+faroe+islands&m=text Myndir úr Sandvík á Flickr.com]
<br clear="all">
|