Munurin millum rættingarnar hjá "Vakshattar"

Content deleted Content added
No edit summary
Rbrausse (kjak | íkøst)
s interwikis
Linja 1:
'''Vakshattarnir''' (frøðiheiti - ''Hygrocybe'') eru [[soppar]] ið vaksa á graslendi. Flestu vakshattarnir eru gulir, appilsingulir ella reyðir, men einstakir eru, sum eru ljóst viólubláir á liti, grønir, brúnir, gráir ella hvítir. Vakshattar vaksa á lendi, har ið teir verða mettir at liva av at niðurbróta deyðar plantulutir. Teir eru hattsoppar við flíggi undir hattinum. Vanliga er hatturin úr 1 og upp í 10 cm breiður. Tú sært mun á sløgunum, hyggur tú at liti og skapi teirra, men tú kanst eisini hyggja at, um teir eru turrir ella fitikendir, hálir, flusutir ella trevsutir.
 
Vakshattarnir eru uppi í teimum hattsoppasløgunum her í [[Føroyar|Føroyum]], sum flest sløg eru av. Vit vita um 29 sløg, tað er um leið helvtin av teimum sløgunum, sum vit vita um í [[Evropa]]. Tey sløgini, ið resta í her á landi, eru júst sovorðin, sum eru tengd at skógarumhvørvi ella sum dáma betur kálkalendi ella líggjari kringumstøður.
Linja 19:
 
[[Bólkur:Soppar]]
 
[[en:Hygrocybe]]
[[fr:Hygrocybe]]
[[it:Hygrocybe]]
[[lt:Guotenė]]
[[pl:Wilgotnica]]
[[ru:Гигроцибе]]
[[fi:Helovahakkaat]]