Munurin millum rættingarnar hjá "Johannes Andreas Næs"

Content deleted Content added
No edit summary
Efloean (kjak | íkøst)
iw
Linja 1:
 
'''Johannes Andreas Næs''' ('''Flóvin Flekk''') ([[1920]] á Nesi í [[Hvalba]]). Johannes er føddur í Nesi í [[Hvalba]] í [[1920]]. Aftan á barnaskúlan var hann fiskimaður í nøkur ár, fór so á læraraskúlan í [[Tórshavn|Havn]] og tók prógv í [[1942]]. Fyrstu árini var hann vikarur ymsastaðni í [[Suðuroy]], sat í starvi í [[Porkeri]] [[1944]]-[[1949|49]], í [[Vágur|Vági]] [[1949]]-[[1962|62]], varð so í [[1962]] fyribils settur sum skúlaráðgevari í serundir-vísing fyri alt landið, fekk fast starv sum slíkur frá [[1965]]. Av mongu álitisstørvum hansara nevna vit, at hann var nevndarlimur í [[Føroya Lærarafelag]] [[1959]]-[[1968|68]], harav formaður í mong ár, og nevndarlimur í útvarps-nevndini [[1963]]-. Longu á ungum árum gav hann út yrkingasavnið »[[Keldufar]]«, [[1949]]. Hann nýtti tá dulnevnið ''Flóvin Flekk''. Í [[1959]] varð hann av [[Føroya Landsstýri]] valdur í [[Føroya Skúlabókagrunn]], formaður frá [[juli]] [[1966]]. Hann hevur soleiðis havt stóra ávirkan á [[Føroyar|føroyska]] skúlabóka-útgávu hetta 25 ára skeiðið, sjálvur hevur hann evnað til »[[Stavkistlar]]«, [[1964]], »[[Orða-talvur og Orðakort]]«, [[1966]], »[[Martin Luther (bók)|Martin Luther]]«, [[1970]], og saman við øðrum skúlafólki hevur hann lagt til rættis [[Kristindómur|kristni]]-bókarøðina og [[Føroyar|føroysku]] lesibókarøðina til fólkaskúlan. Umframt hetta hevur hann verið blaðstjóri á »[[Sunnudagsblaðnum]]« [[1951]]-[[1978|78]], og hann hevur frá 1951 verið formaður í teimum nevndum, ið lagt hava til rættis útgávu av [[Heimamissiónssangbókini]].
 
Line 11 ⟶ 10:
[[Bólkur:Føroyskir rithøvundar|Næs, Johannes Andreas]]
[[Bólkur:Føðingar í 1920-árunum|Næs, Johannes Andreas]]
 
[[no:Johannes A. Næs]]