Munurin millum rættingarnar hjá "Annika Olsen"

Content deleted Content added
Nýggj síða um Anniku Olsen
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 24. aug 2010 kl. 13:02

Annika Olsen (fødd 13. mars 1975) er føroyskur politikari, landsstýriskvinna, fyrrverandi býráðslimur og fyrrverandi landsliðs svimjari. Annika er uppvaksin í Vági, hon er dóttir fyrrverandi skúlastjóra Jákup Olsen og Marnu Olsen (fødd Holm).

Annika Olsen
Annika Olsen

Lívsleið

Landstýriskvinna og løgtingslimur

Annika Olsen hevur verið landsstýriskvinna í innlendismálum síðan 26. september 2008, hon varð vald á Føroya Løgting til løgtingsvalið í 2008 fyri Fólkaflokkin.

Býráðslimur

Áðrenn Annika varð vald inn á Føroya Løgting, var hon býráðslimur í Tórshavnar Býráð 2004-08.

Útbúgving og undirvísingarstørv

Annika er útbúgvin Cand.mag. í Norðurlendskum bókmentum og máli (høvuðslærugrein) við religión sum síðufak. Hon hevur undirvíst á Føroya Handilsskúla 2001-07 og á Føroya Studentaskúla og HF-Skeiði og á Føroya Læraraskúla 2007-08.

Landsliðssvimjari

Annika var góður svimjari sum barn og ung, hon svam fyri Vágs Svimjifelag, sum nú er lagt saman við Tvøroyrar Svimjifelag til Susvim. Annika svam eisini á føroyska svimji landsliðnum, m.a. til Oyggjaleikirnar í 1989 og 91. Hon gjørdist nummar 3 í 200 m bringu og nummar 3 í 4x50m blandað saman við Rúnu Poulsen, Anniku Anthoniussen og Duritu Dahl Djurhuus. Hon svam eisini 8x50m blandað fyri menn og kvinnur, tey gjørdust nummar tvey. Kvinnurnar vunnu eisini bronsu í 4x100m frí, tað gjørdu tær við tíðini 4:16.76.[1][2]

Keldur

Útvortis ávísingar