Munurin millum rættingarnar hjá "Kári P. Højgaard"

Content deleted Content added
Nýggj grein um Kára P. Højgaard
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 24. aug 2010 kl. 09:15

Kári Páll Højgaard (føddur 21. juli 1951 á Strondum) er føroyskur politikari, løgtingsmaður og formaður Sjálvstýrisfloksins. Áðrenn hann gjørdist politikari arbeiddi hann sum postmaður í Eysturoynni frá 1971, áðrenn tað var hann nøkur ár til skips.

Kári P. Højgaard
Kári P. Højgaard


Løgtingslimur

Hann varð varamaður á Føroya Løgtingi frá 26. mai 2001 til 30. apríl 2002. Løgtingsmaður frá 30. apríl 2002.[1]

Formaður Sjálvstýrisfloksins

Kári P. Højgaard varð valdur til formann fyri Sjálvstýrisflokkin í 2002 og hevur verið formaður síðan.

Útnorðurráðið

Kári P. Højgaard gjørdist formaður í Útnorðurráðnum í august 2008.[2] Í løtuni (2010) er hann annar næstformaður í Útnorðurráðnum. Føroya Løgting valdi hesi til limir í Útnorðurráðnum í 2008:

Aðrir nevndar- og álitissessir

  • Formaður í Landstýrismannanevndini
  • Limur í Fíggjarnevndini
  • Limur í Vinnunevndini
  • Annar fasti limurin í Norðurlandaráðnum/Natur&Miljøgruppen.

Keldur

  1. Sjálvstýri.fo
  2. Portal.fo, Kári P. Højgaard formaður í Útnorðurráðnum.

Útvortis ávísingar

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið