Munurin millum rættingarnar hjá "Mona Simonsen"

Content deleted Content added
Nýggj grein um Monu Simonsen, svimjara
 
Skrivaði meira tekst um úrslit av svimjikappingum og fleiri keldur.
Linja 1:
'''Mona Simonsen''' (fødd 14. mai 1991 á [[Tvøroyri]]) er [[Føroyar|føroyskur]] svimjari. Mona klárar seg best í frísvimjing, hon svimur viðfyri [[Susvim]] og fyri [[Føroyar]].
 
== Oyggjaleikir 2009Úrslit ==
 
=== EM á stuttbana í Istanbul 2009 ===
Mona Simonsen svam fyri [[Føroyar]] um Europameistaraheitið á stuttbana fyri kvinnur í 800 metrum frí á svimjistevnu í [[Istanbul]] í [[Turkaland]]i. Mona gjørdist nummar 17 við tíðini 9:06.66.[http://www.the-sports.org/swimming-european-short-course-swimming-championship-2009-results-women-s10-c0-b0-g81-t2226-u255-v0.html#60317]
 
=== Oyggjaleikir 2009 ===
Mona Simonsen svam fyri Føroyar á Oyggjaleikum 2009 á [[Áland]]i. Hon vann 3 gull heiðursmerki, tey vóru í 800 metrar frí, 400 metrar frí og 4x50 m frí. Harumframt vann hon eisini bronsu í 200 metrar frí hjá kvinnum.
 
=== Føroyskt met á 1500 frí á DM á stuttbana ===
Mona Simonsen svam í kapping í [[Danmark]] DM á stuttbana. Mona gjørdist nummar 7 í kappingini, men samstundis betraði hon tað føroyska metið við 20 sekundum við tíðini 17:23.25.
 
=== HM í Manchester 2008 ===
Mona Simonsen svam fyri [[Føroyar]] til HM í [[Manchester]] í [[Ongland]]i í apríl 2008. Hon svam 800 metrar frí í tíðini 9:13.50, sum var skjótari enn tilmeldingartíðin, men ikki tað skjótasta sum hon hevði svomið. Mona svam eisini 400 metrar frí, hon svam við tíðini 4.31.33, sum var 3½ sekund verri enn tilmeldingartíðin.
 
=== Kláraði kravtíðirnar til HM 2008 ===
Mona Simonsen luttók á Susvim stevnuni í mars 2008. Hon svam 400 metrar frí í tíðini 4:27.96, so hon kláraði kravtíðina til HM seinna sama ár.
 
=== EM á stuttbana í Ungarn 2007 ===
Mona Simonsen svam fyri Føroyar til Europameistara kappingina á stuttbana, sum var í [[Ungarn]] í desember 2007. Mona gjørdist nummar 12 í 800 metrar frí við tíðini 9:13.50.
 
=== Oyggjaleikir 2007 ===
Mona svam fyri Føroyar á Oyggjaleikum 2007 á Rhodos í Grikkalandi. Mona vann 4 gull heiðursmerki fyri Føroyar og eitt bronsu merki. Gull heiðursmerkini vann hon í hesum teinum (allir teinar eru fyri kvinnur): 4x50 metrar frí, 4x100 metrar frí, 4x50 m blandað og 4x100 m blandað. Bronsu heiðursmerkið vann hon í 800 metrar frí.[http://www.rhodesresults2007.com/Competitor.aspx?RegID=8800]
 
== Keldur ==
* [http://www.alandresults2009.com/Competitor.aspx?RegID=17675 Alandresults2009.com]
* [http://www.rhodesresults2007.com/Competitor.aspx?RegID=8800 Rhodesresults2007.com]
* [http://www.the-sports.org/swimming-simonsen-mona-results-identity-s10-c2-b4-o137-w31086.html The-Sports.org]
 
== Útvortis ávísingar ==