Munurin millum rættingarnar hjá "Avatar"

Content deleted Content added
Xqbot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: qu:Avatar (kuyu walltay)
No edit summary
Linja 32:
 
Titanic hjá [[James Cameron]] er best seljandi [[filmur]]in nakrantíð. Hann seldi fyri 600 mió. [[USA Dollari|dollars]], og hann er eisini mest sæddur við 1843 mió. áskoðarum. Men tað varar allarhelst ikki leingi afturat, áðrenn Avatar yvirtekur fyrstaplássið sum heimsins best seljandi [[filmur]]. Avatar, sum eisini er framleiddur av [[James Cameron|Cameron]], hevur higartil selt fyri 553 mío. [[USA Dollari|dollars]] á heimamarknaðinum og hevur longu havt 1841 mió. áskoðarar, so her verður meint, at [[James Cameron|Cameron]] skjótt fer at sláa sítt egna met. So vantar bert at sláa metið hjá [[Titanic]] í [[Oscar]]s. Fyri at megna tað, skal Avatar vinna meira enn 11 [[Oscar]]s til handanina í [[mars]] [[2010]]. Tað var nevniliga só nógvar [[Oscar]]s, [[Titanic]] fekk í [[1998]].
 
== Handling ==
 
Jake Sully ([[Sam Worthington]]) er fyrrverandi soldátur í [[US Marine Corps]] (hann er lammaður) men tá tvíburði hansara, sum skuldi útsendast til mánan Pandora, verður myrdur, fær Sully tilboðið um at fullføra missjónina hjá bróðrinum, saman við einari heftigari løn. Eftir seks ár í cryo-svøvni, sum kann sigast at vera eitt slag av dvala, lendir Sully á Pandoru. Har verður hann informeraður um Avatar-programmið, sum loyvir menniskjum at liva gjøgnum ein Avatar, sum er ein Na’vi, sum er skapt í laboratoriinum. Leiðarin av programminum ([[Sigourney Weaver]]) dámar einki serligt henda nýggja soldátin, hon vil heldur hava ein vísindamann, sum bróður Sully var.
 
Jake fær so at vita at tey skulu royna at koma í samband við Na’vi-fólkið so tey kunnu læra tey at kenna og vice versa, men ein skurkur má eisini vera. Henda rolla verður útfylt av Col. Quaritch ([[Stephen Lang]]) sum er undir ordrum av einum stórum firma, sum vil sleppa at grava eftir ”unobtainium” ([[Føroyskt (mál)|fø.]]: ikkitilatfáafaturíium). Hann roynir so at fáa Sully at yvirtala Na’vi-fólkið til at flyta.
 
== Avatar 2 ==