Munurin millum rættingarnar hjá "Súgdjór"

Content deleted Content added
SieBot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: sq:Gjitarët
Kmoksy (kjak | íkøst)
frøðiheiti
Linja 17:
}}
 
'''Súgdjór''' (frøðiheiti - ''Mammalia'') er ein bólkur av [[Dýr|djórum]], sum er sermerktur við, at kvenndjórini kunnu framleiða [[mjólk]] til ungar sínar. Eitt annað eyðkenni er, at súgdjór føða livandi ungar, øvugt [[egg]]. Øll súgdjór hava hár ella feld, hava heitt blóð og støðugan kropshita, og ungarnir súgva mjólk frá mammuni. Kvennsúgdjórið gevur bestu javnvágina av fiti og eggjahvíta, so ungarnir búnast skjótt. Menniskjað er bara eitt av umleið 4000 hugtakandi súgdjóra-sløgunum á [[jørðin]]i. Menniskjað hoyrir upp í súgdjórabólkin, vit nevna [[primatar]]. Aðrir [[primatar]] eru [[apur]] og [[mannapur]], og teimum líkjast vit mest.
 
Súgdjór hava øll møgulig skap og allar støddir, men tey, ið líkjast mest, verða roknað upp í sama bólk ella hóp. Í hvørjum hópi eru ymiskar slektir ella sløg. Tað eru 21 ymiskir súgdjórabólkar og eini 4000 ymisk sløg. Flestu súgdjór hava lívmóður. Ungarnir búnast í lívmóðurini inni í mammuni. Summi súgdjór verða nevnd [[pungdýr]] - hesir ungarnir verða lagdir óbúnir og vaksa í einum húðarfaldi á búkinum á mammuni. Minsti bólkurin er [[nevdýr]]ini, og tey og mýriigulin eru einastu súgdjór, har ungarnir verða klaktir úr eggi. Størsti súgdjórabólkurin er [[gnagdýr]]ini, 1702 sløg. [[Afrika]]nski [[fílur]]in er størsta súgdjór á landi.