Munurin millum rættingarnar hjá "Jón Krosslá Poulsen"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 4:
== Ein av mest skorandi leikarunum hjá FC Suðuroy, VB/Sumba og VB ==
 
Jón Krosslá Poulsen er ein av mest skorandi leikarunum yvirhøvur hjá [[FC Suðuroy]], og hann er tann einasti, sum enn leikar á besta liðnum hjá felagnum av teimum 6 sum hava skorað meir enn 50 mál. Í [[mars]] [[2010]] skoraði hann sítt mál nummar 50, tað var í Vodafone dystinum móti [[HB]], sum endaði 4-4.[http://www.sudurras1.com/pages/posts/jon-krossla-poulsen-millum-fimm-bestu-malskjuttarnir3640.php] Í [[juni]] [[2010]] hevur hann skorað 53 mál fyri felagið. Harumframt er Jón toppskorari fyri [[FC Suðuroy]] í ár, hann hevur skorað 4 mál (12. juni 2010).
 
== Ungdómslandsliðsleikari ==
 
Jón Krosslá Poulsen hevur fleiri ferðir verið við í hópinum hjá [[Føroyar|føroysku]] unglingalandsliðunum. Í [[2003]] var hann eyka á U-17 landsliðnum hjá [[Føroyar|Føroyum]]. Hann var við til EM undankappingina í [[Slovakia]] í [[oktober]] [[2003]]. Hann spældi ein part av dystunum móti [[Slovakia]] og [[Grikkaland]]i. [[Føroyar]] tapti báðir dystirnir.[http://www.football.fo/UserImages/00000498_%C1rsfr%E1grei%F0ing%202003.pdf pdf-fíla]. Í [[2006]] var Jón Krosslá Poulsen við í U-19 landsliðshópinum hjá [[Føroyar|Føroyum]] og í [[2007]] var hann við í U21 landsliðshópinum.[http://www.soccerandequipment.com/january-2007-roundup.html]
 
== Skoraði mál fyri Føroyar ==
 
[[Mynd:Jón Krosslá Poulsen Faroese Football Player FC Suduroy.jpg|thumb|Jón Krosslá Poulsen]]
[[31. juli]] [[2006]] spældi [[Føroyar]] dyst móti [[Noreg]]i og [[Føroyar]] vann 1-0. Tað var Jón Krosslá Poulsen sum skeyt málið.[http://www.football.fo/index.asp?news=%7BFDD3B6ED-B92D-4004-86DA-91981FF77381%7D]
 
== Keldur ==