Munurin millum rættingarnar hjá "Jóansøka"

Content deleted Content added
Idioma-bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: ang, ast, bar, bg, ca, en, eo, es, et, fi, fr, hr, ko, ksh, lb, lt, nn, no, pt, sv, zh broytur: de
s Smávegis rættingar. Bólkar: Føroyskar stevnur og Suðuroy.
Linja 2:
'''Jóansøka''' (á [[Danskt (mál)|donskum]] ''Sankt Hans'') er høgtíð á miðsumri, [[24. juni]]. Jóansøka eitur eftir [[Jóhannes Doyparin|Jóhannesi Doyparanum]] í [[Bíblian|Bíbliuni]]. Sambært [[Lukasar evangelium]] kap. 1, v. 36 var Jóhannes 6 mánaðir eldri enn [[Jesus]], og soleiðis er føðingardagurin ásettur til [[24. juni]].
 
At stevna verður hildin í Suðri[[Suðuroy]]nni er ikki so gamal siður; byrjanin til jóansøku varð, at suðringar í [[1923]] avgjørdu at halda [[ólavsøka|ólavsøku]] á [[Tvøroyri]]. Møguliga komst hetta av, at arbeiðsgevarum ikki dámdi, at stórur partur av arbeiðsstyrkini rýmdi til [[Tórshavn|Havnar]] í fleiri dagar á hvørjum ári. Árið eftir, í [[1924]], broyttist tíðspunktið fyri jóansøkuni kortini til síðst í [[juni]], samstundis sum danir halda [[Skt. Hans]].
 
Jóansøka verður hildin sum bygdastevna í [[Suðuroy]] [[24. juni]] ella nærmasta vikuskifti beint eftir 24. juni. Vanliga er Jóansøkan seinasta vikuskifti í juni. Eins og fleiri av hinum summarstevnunum í Føroyum er [[kappróður]] ein týðandi partur av stevnuni. Stevnan verður hildin annaðhvørt ár í [[Vágur|Vági]] ella(líka ár) og annað hvørt ár á [[Tvøroyri]] (ólíka ár).
 
Vanligt er, at nýfloygdar [[pisa (studentur)|pisur]] fara á Jóansøku at hátíðarhalda prógvið og annars vera saman eina seinastu ferð. Pisufundur plagar eisini at vera fríggjadagin á Jóansøku.
 
Í [[2006]] varð fyrsti [[Jóansøkufestivalurin]] hildin, tað var tónleikatiltak á Jóansøku. Seinastu árini hevur hann tó bert verið hildin á Tvøroyri.
 
== Keldur ==
Linja 17:
 
[[Bólkur:Føroyar]]
[[Bólkur:Suðuroy]]
[[Bólkur:Føroyskar stevnur]]
[[Bólkur:Merkisdagar]]