Munurin millum rættingarnar hjá "Risin og Kellingin"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 5:
Tey komu bæði at tí ytsta berginum, sum rópast [[Eiðiskollur]] og longst móti útnyrðingi. [[Risi]]n varð standandi úti í sjónum, meðan [[kelling]]in fór upp á kollin at fatla byrðuna. Hann skuldi bera, og skúgva hana fram á hann.
Fyrsta tak hon tók, var so fast, at ''Ytri Kollur'' skrædnaði frá; hon royndi tí at fáa fetilin fastan í einum øðrum stað á kollinum, men ikki vildi bera í lag hjá teimum; - grundvøllurin var fastur, og oyggjarnar ikki lættar at flyta.
So er sagt, at enn stóð kelling uppi á kolli, tá ið dimmi tók at lætta; - tey ræddust dagin, og hon fór tí sum skjótast oman til risansrisan, sum stóð í sjónum og bíðaði eftir henni; men ov leingi høvdu tey drálað, tí í sama bili, tey funnust undir kollinum og skuldu vaða leið sína norður til Íslands, risin undan og kellingin aftaná, tá reis sól úr havi, og tey gjørdust bæði til steinar, og standa nú og líta ímóti Íslandi, men sleppa ongan veg.
 
Aðrir siga, at tey vóru send at fáa korn úr Føroyum, av tí at kornneyð var heima í Íslandi; tað sæst, at kellingin hevur sum knýti ella posa á baki.