Munurin millum rættingarnar hjá "Lítla Dímun"

Content deleted Content added
Arne List (kjak | íkøst)
No edit summary
No edit summary
Linja 14:
Lítla Dímun var eisini [[kongsjørð]], men av tí at ringt var at fáa nakran at festa oynna, vildi kongur selja hana. Tað vóru [[suðuroy]]ingar og fyrst og fremst [[Hvalba|hvalbingar]], ið høvdu leigað og brúkt oynna, og í [[1850]] varð uppboðssøla hildin í Hvalba. Faktorin við kongaliga úthandilin á [[Tvøroyri]] bjóðaði móti hvalbingum og [[sandvík]]ingum, ið høvdu tikið seg saman í felag, og tí mundi prísurin koma so høgt upp. Hvalbingar og sandvíkingar áttu hægsta boð, næstan 5000 rbd (10.000 kr.)
 
Oyggin hevði eitt serligt [[Seyður|seyðaslag]], sum ikki er til longur. Seyðurin líktist [[geit]]um, hevði svarta og snøgga ull og var smærri enn seyðurin í dag. Hetta var styggur seyður og tí ringur at fáa í rætt. Nøkur ár eftir at kongur hevði selt oynna, varð hetta seyðaslag tikið av. Tað, sum ikki fekst í rætt, varð skotið niður. Tríggir útstappaðir seyðir av slagnum finnast í dag á [[Føroya Fornminnissavn]]i.
 
==Útvortis ávísing==