Munurin millum rættingarnar hjá "Tórshavn"

Content deleted Content added
Quackor (kjak | íkøst)
s Reverted edits by Dinamik-bot (talk) to last revision by 91.135.163.123
Quackor (kjak | íkøst)
s Undo revision 141852 by 91.135.163.123 (talk)
Linja 1:
{| border="1" cellpadding="2" cellspacing="0" align="right"
|- bgcolor="#CCFFCC"
|-----
| colspan=2 align=center | [[Mynd:Vestaravag_torshavn,_faroe_islands,_feb_2005.jpg|300px]]
|-----
! colspan="2" align=center bgcolor="dddddd" | Grunddáta
|-----
| Búmerkið: || align=center |[[Mynd:Tórshavn_búmerkið.jpg|100px]]
|-----
| Land: || {{Flagicon|Føroyar}} [[Føroyar]]
|-----
| [[Vídd]]: || 158 km² <br />(Kommuna)
|-----
| Íbúgvar ([[2007]]): || 12 345 <br />(Kommuna: 20 000)
|-----
| fyri km²: || 125 <br />(Kommuna)
|-----
| [[Postnummur í Føroyum|Postnummar]]: || FO-100 <br />(Postboks: FO-110)
|-----
| [[Listi av kommunum í Føroyum|Kommuna]]: || [[Tórshavnar kommuna]]
|-----
| Heimasíða: || [http://www.torshavn.fo Torshavn.fo]
|-----
|}
 
'''Tórshavn''' er [[høvuðsstaður]] í [[Føroyar|Føroyum]], og hevur umleið 19.500 íbúgvar. Navnið er samansett av ''[[Tórur|Tór]]'', sum er [[Norrøna gudalæran|norrønur gudur]], og ''havn''. Tórshavn liggur mitt í landinum. Í meira enn 1.000 ár hevur Tórshavn verið miðdepil landsins. Men ikki fyrr enn í [[1866]] varð Tórshavn formliga viðurkendur sum sjálvstýrandi eind, sum veruligur [[høvuðsstaður]]. Havnin er ein nútímans, virkin býur við handli, ídnaði og fyrisiting, við skúlum og fjølbroyttum valmøguleikum til víðari útbúgving, við [[Ítróttur|ítrótti]] og einum blómandi mentanarlívi. Ein livandi og hugnaligur býur.
 
Minsti [[høvuðsstaður]] í [[Norðurlond]]um er Havnin. Umleið 1/3 av fólkinum býr í Havnini, og enn flyta fólk til Havnar. Eins og í nógvum øðrum nútímans stórbýum eru nógv av frítíðartilboð, og møguleikarnir at fáa arbeiði ella at nema útbúgving eru betri í Havn enn á bygd. Havnarøkið hevur stóran týdning. Her kemur [[fiskur]] upp á land, og mesti farmurin og flestu ferðafólkini koma og fara um Havnina. Árliga koma og fara 3.400 skip um Tórshavnar havn, og 680.000 tons fara um bryggjukantin.
 
== Søga ==
[[Mynd:Tinganes.jpg|thumb|left|250px|[[Tinganes]]]][[Mynd:Torshavn.png|thumb|right|300px|Kort av býnum.]]
Longu í landnámstíðini gjørdist Havnin ein savnandi miðdepil, har [[Føroyar|føroyingar]] hittust. Eftir tátíðarmáti var tað eitt fátæksligt pláss, við kargari jørð og nógvum mjørka, ongum rekaviði og ongum fuglabjørgum, og haruframt trupult at verja móti álopum. Eisini vóru lendingarviðurskiftini vánalig, sjálvt eftir [[Føroyar|føroyskum]] mátistokki, og var Havnin tískil ikki egnað sum niðursetupláss. Men sum miðdepil varð hon vælegnað, og her hittust [[Føroyar|føroyingar]] - til avgerð av trætum, til rættargongd og til tingsetur. Og her varð avgerðin tikin ár [[999]], at [[Føroyar|føroyingar]] skuldu taka við [[Kristindómur|kristnari]] trúgv. Í tilknýti til tær árligu tingseturnar vaks upp ein marknaður og Tórshavn gjørdist eitt fast handilspláss. Saman við tingsetunum kom eisini handilsskapur og Tórshavn gjørdist [[handilsstaður]] og miðstøð [[Føroyar|føroyinga]].
 
Tá [[Føroyar]] komu undir [[Noreg]] og seinni undir [[Danmark]], kom einahandilin og við honum embætismenninir. Hesir búsettust í Havnini og bygdu teir skansar fyri at verja handilsvørurnar. Tað nógva virksemið í Havnini fekk nógv fátækrafólk av bygd at flyta til Havnar, tí har kundu tey vinna sær til lívsins uppihald við handilin, við at byggja skansa ella sum soldátar.
 
Longu undir einahandlinum fekk Niels Ryberg loyvi at seta á stovn ein transithandil í Vágsbotni. Við hesum byrjaði nýggj tíð, og eitt nýtt handverk kemur fram. Fólk lærir seg at salta sild og at turka klippfisk. Um somu tíð verða rundan um Havnina stykkjaðar út traðir og latnar Havnafólki til traðarbrúk.
 
Við nýggju [[Danmark|donsku]] grundlógini í [[1849]] varð nýggj fyrisiting skipað við amtum og kommunum í [[Danmark|danska]] ríkinum, og tann [[16. februar]] [[1866]] kom lóg um ''Thorshavns kommunale Forfatning''. Tá gjørdist Tórshavn serstøk kommuna, ið umfataði staðin sjálvan og garðarnar uttanfyri, [[Húsagarður]] og [[Álaker]] við tí, ið til teir hoyrdu. Til at stýra kommununi skuldu veljast 5 borgarar í borgaraumboðið, ''Borgerrepræsentationen'', sum tað kallaðist. Hesir fimm skuldu stýra saman við landsins fúta, sum varð fastur limur í stýrinum.
 
Á nesinum og uttan um [[Eystaruvág]] var so búsetingin. Fólkatalið fór at vaksa, og var komið upp á 850, tá ið einahandilin var avtikin og fríhandil settur á stovn í [[1856]]. Byrjanin til tann [[Føroyar|føroyska]] fiskiflotan varð løgd, tá [[Trappubrøðurnir]] úr Havn keypa sluppina [[Fox]]. Men orsaka av teimum vánaligu havnaviðurskiftunum í Tórshavn, mentist tann nýggja vinnan skjótari úti á bygdunum. Tað var eyðsæð, at neyðugt var at bøta um havnaviðurskiftini, og í [[1927]] var Tórshavnar Havn ein veruleiki.
 
Havnin gjørdist keypstaður tann [[1. januar]] [[1909]] og býurin er í støðugari menning. Síðan [[1974]] er kommunan økt munandi við kommunusamanleggingunum við [[Kaldbak]], [[Hoyvík]], [[Argir]], [[Nólsoy]], [[Hest]] og [[Kollafjørð]]. Í [[1801]] var íbúgvaratalið í Havn 554, í [[1950]] 10 ferðir so stórt - 5.607. Í [[2005]] var íbúgvaratalið í nýggju stórkommununi vaksið til 19.268.
 
== Ítróttur ==
[[Mynd:First_photo_of_a_football_match_in_the_Faroe_Islands_1909.jpg|thumb|right|300px|[[Hoydalar]] [[18. juli]] [[1909]].]]
=== Fótbóltur ===
 
Fýra fótbóltsvøllir eru í kommununi: [[Ovari vøllur]], [[Niðari vøllur]], [[Vøllurin á Argjum]] og [[Tórsvøllur]]. Teir tríggjar fyrru umsitur mentamáladeildin hjá [[Tórshavnar kommuna|Tórshavnar kommunu]]. Grunnurin [[Tórsvøllur]] umsitur [[Tórsvøll]]. Ein og hvør kann læna fótbóltsvøllirnar, tá fótbóltsfeløgini ikki nýta teir. Tað er ókeypis at brúka fótbóltsvøllirnar hjá [[Fótbóltur|Tórshavnar kommunu]].
 
=== Svimjing ===
 
Fimm svimjihyljar eru í kommununi. Tann størsti er [[Svimjihøllin í Gundadali]]. Hinir fýra eru í [[Argja skúla]], [[Eysturskúlanum]], [[Kollafjarðar skúla]] og úti í [[Hesti]]. [[Svimjihøllin í Gundadali]] verður í høvuðsheitum brúkt til almenna svimjing, men eisini skúlar, stovnar og feløg brúka hana. Hinir svimjihyljarnir eru fyrst og fremst til skúlabrúks, men tann í [[Kollafjørður|Kollafirði]] er eisini opin fyri almenninginum.
 
== Politikkur ==
[[Mynd:Olaf_Finsen.png|thumb|right|300px|[[Olaf Finsen]] var [[Býráðsformenn í Tórshavn|býráðsformaður]] í Tórshavn frá [[1904]] til [[1909]].]]
Býráðið í [[Tórshavnar kommuna|Tórshavnar kommunu]] hevur 13 limir, ið verða valdir eftir reglunum í kommunulógini. Býráðið ger av, nær og hvar regluligir býráðsfundir skulu vera. Fyrst í hvørjum álmanakkaári verður hetta kunngjørt á tann hátt, sum vanliga verður nýttur í kommununi. Vanliga hevur býráðið almennan fund eina ferð um mánaðin. Borgarstjórin fyrisitur dagligu leiðsluna av kommununi. Hann ansar eftir, at málini verða býtt út til avvarðandi nevndir og starvsfólk í kommununi. Um tað er neyðugt, ger hann reglur fyri, hvussu málini skulu verða avgreidd.
 
Býráðslimirnir í [[Tórshavnar kommuna|Tórshavnar kommunu]] eru borgaravald umboð, sum eru stillað upp í politiskum flokkum. Limirnir skipa seg í ein meiriluta og ein minniluta, har meirilutin er at líkna við samgonguna í landspolitikki. Siðvenjan við meiriluta og minniluta hevur verið í kommununi í fleiri áratíggju. Tey, sum skipa meiriluta, undirskriva eitt samgonguskjal, har ætlanirnar hjá meirilutanum fyri valskeiðið verða settar út í kortið. Í [[Tórshavnar kommuna|Tórshavnar kommunu]] er ikki vanligt at almannakunngera sjálvt samgonguskjalið. Nývalda býráðið velur ein borgarstjóra fyri alt valskeiðið. Starvið sum borgarstjóri er fulltíðarstarv. Eisini velur býráðið ein 1. og ein 2. varaborgarstjóra og mannar síðani tær føstu nevndirnar: Fíggjarnevndina, Sosialu nevnd, Teknisku nevnd, Byggi- og býarskipanarnevndina, Mentamálanevndina, Heilsu- og umhvørvisnevndina og Havnanevndina. Limirnir í føstu nevndunum skulu vera býráðslimir.
 
Kommunuval er fjórða hvørt ár annan týsdag í [[november]]. Til Tórshavnar býráð verða valdir 13 limir. Fyri at kunna velja og stilla upp til kommunuval í [[Tórshavnar kommuna|Tórshavnar kommunu]], skalt tú vera fylt/-ur 18 ár og hava heimarætt í [[Føroyar|Føroyum]]. Eisini skalt tú vera tilmeldað/-ur hjá fólkayvirlitinum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur fyri valdagin og framvegis vera búsitandi í kommununi sjálvan valdagin. Borgarar úr øðrum londum, ið hava havt fastan bústað í [[Føroyar|Føroyum]] seinastu 3 árini undan valinum, hava eisini rætt at velja og stilla upp til kommunuval. Uppstilling fer fram á vallista, har í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 stillarar kunnu stilla millum 1 og 17 valevni upp til býráðið. Í [[Tórshavnar kommuna|Tórshavnar kommunu]] er siðvenja at hava politiska uppstilling, t.v.s. at valevnini verða stillað upp í politisku flokkunum, ið vit kenna frá landspolitikki. Ein valnevnd, sum býráðið velur, hevur evstu ábyrgdina av valinum í kommununi. Aftrat henni eru valstýri, sum taka sær av valinum úti í teimum ymsu atkvøðuøkjunum. Nýggja býráðið tekur við [[1. januar]] árið eftir valið og situr í fýra ár.
 
Býráðið ásetir skattaprosentið í kommununi á hvørjum ári, tá fíggjarætlanin verður viðgjørd. Skattainntøkan verður brúkt til tær tænastur, kommunan veitir sínum borgarum. [[Toll- og Skattstova Føroya]] tekur sær av skattaálíkningini, bæði viðvíkjandi kommunuskatti, landsskatti, kirkjuskatti o.ø. Tað er eisini [[Toll- og Skattstova Føroya|Toll- og Skattstovan]], sum krevur skattin inn.
 
== Vitjanarverd støð ==
 
* [[Reynagarður]]
* [[Skansapakkhhúsið]]
* [[Skansin]]
* Minnistalva fyri [[Niels Ryberg Finsen|Niels R. Finsen]]
* [[Glaðsheyggi]]
* [[Kongaminnið]]
* [[Káta Hornið]]
* [[Sparikassagarðurin]]
* [[Telefonverkið]]
* [[Býráðssalurin]]
* [[Býráð]]ið
* [[Løgting]]ið
* [[R.C. Effersøe]]
* [[H.N. Jacobsens Bókahandil]]
* [[Havnar Kirkja]]
* [[Smiðjan í Lítluvík]]
* [[Mettustova]]
* [[Gongin]]
* [[Ríkisumboðið]]
 
== Viðgitið fólk frá Tórshavn ==
 
* [[Niels Ryberg Finsen]] ([[1860]]-[[1904]])
* [[William Heinesen]] ([[1900]]-[[1991]])
* [[Jørgen-Frantz Jacobsen]] ([[1900]]-[[1938]])
* [[Ingálvur av Reyni]] ([[1920]]-[[2005]])
* [[Janus Djurhuus]] ([[1881]]-[[1948]])
* [[Janus Kamban]] ([[1913]])
* [[Zacharias Heinesen]] ([[1936]])
* [[Katrin Ottarsdóttir]] ([[1957]])
* [[Teitur]] ([[1977]])
 
== Systurstaðir ==
 
* {{Fyrimynd:Flagicon|Noreg}} [[Asker kommuna|Asker]], [[Noreg]]
* {{Fyrimynd:Flagicon|Ísland}} [[Garðabær]], [[Ísland]]
* {{Fyrimynd:Flagicon|Finnland}} [[Jakobstad]], [[Finnland]]
* {{Fyrimynd:Flagicon|Áland}} [[Mariehamn]], [[Áland]]
* {{Fyrimynd:Flagicon|Svøríki}} [[Eslövs kommuna|Eslöv]], [[Svøríki]]
* {{Fyrimynd:Flagicon|Danmark}} [[Birkerød kommuna|Birkerød]], [[Danmark]]
 
== Myndasavn ==
 
<gallery>
Mynd:Tinganes.jpg|[[Tinganes]]
Mynd:Tórshavn_skansin_8.jpg|[[Skansin]]
Mynd:Torshavn_Cathedral_2.JPG|[[Havnar Kirkja|Dómkirkjan í Havn]]
Mynd:Niels_Finsens_gøta_2003.JPG|[[Niels Finsens gøta]]
Mynd:Vestaravag_torshavn,_faroe_islands,_feb_2005.jpg|[[Vestaravág]]
Mynd:Tórshavn.2.old_habour.jpg|[[Eystaravág]]
Mynd:Klimadiagramm-metrisch-deutsch-Thorshaven-Färöer.png|Veðurlag
Mynd:Map-position-torshavn-kommuna-2005.png|Kort av [[Føroyar|Føroyum]] har Tórshavn er merkt
</gallery>
 
== Sí eisini ==
 
* [[Føroyar]]
 
{{commons|Tórshavn}}
{{Tórshavnar Komuna}}
 
[[Bólkur:Føroyar]]
[[Bólkur:Tórshavn| ]]
[[Bólkur:Streymoy]]
[[Bólkur:Høvuðsstaður í Evropa]]
 
{{Link FA|pl}}
 
[[af:Tórshavn]]
[[ang:Þunreshæfen]]
[[ar:تورسهافن]]
[[be:Горад Торсхавн]]
[[be-x-old:Тарсхавн]]
[[bg:Торсхавн]]
[[br:Tórshavn]]
[[ca:Tórshavn]]
[[cs:Tórshavn]]
[[da:Thorshavn]]
[[de:Tórshavn]]
[[el:Τόρσχαβν]]
[[en:Tórshavn]]
[[eo:Tórshavn]]
[[es:Tórshavn]]
[[et:Tórshavn]]
[[fi:Tórshavn]]
[[fr:Tórshavn]]
[[fy:Tórshavn]]
[[gd:Tórshavn]]
[[gl:Tórshavn]]
[[gv:Tórshavn]]
[[he:טורסהאבן]]
[[hr:Tórshavn]]
[[hu:Tórshavn]]
[[id:Tórshavn]]
[[io:Tórshavn]]
[[is:Þórshöfn (Færeyjum)]]
[[it:Tórshavn]]
[[ja:トースハウン]]
[[ka:ტორსჰავნი]]
[[kl:Tórshavn]]
[[ko:토르스하운]]
[[lmo:Tórshavn]]
[[lt:Torshaunas]]
[[nl:Tórshavn]]
[[nn:Tórshavn]]
[[no:Tórshavn]]
[[nov:Tórshavn]]
[[oc:Tórshavn]]
[[os:Торсхавн]]
[[pl:Thorshavn]]
[[pms:Tórshavn]]
[[pt:Tórshavn]]
[[ro:Tórshavn]]
[[ru:Торсхавн]]
[[sh:Tórshavn]]
[[sk:Tórshavn]]
[[sr:Торсхавн]]
[[sv:Torshamn]]
[[szl:Tórshavn]]
[[tr:Tórshavn]]
[[uk:Торсгавн]]
[[vi:Tórshavn]]
[[war:Tórshavn]]
[[yo:Tórshavn]]
[[zh:托爾斯港]]