Munurin millum rættingarnar hjá "Oyrarbakki"

Content deleted Content added
Replaced content with '/'
Quackor (kjak | íkøst)
s Reverted edits by 91.135.163.123 (talk) to last revision by Niceley
Linja 1:
{{Infoboks Bygd|
/
navn = Oyrarbakki|
bygdakort = Oyrarbakki on Faroe map.png|
postnummar = 400|
kommuna = Sunda kommuna|
markatal = -|
íbúgvar = 97|
íbúgvar_ár = [[2005]]|
viðmerkingar =
}}
'''Oyrarbakki''' er ein bygd á vestursíðuni á [[Eysturoy]]. Hon liggur við Sundalagið. Oyrarbakki er yngsta búsetingin í [[Sunda kommuna|kommununi]]. Heilt fram til miðja [[20. øld]] var neyðugt hjá mongum at hava jarðarbrúk, so longi fiskivinnan bert kundi bjóða arbeiði ein part av árinum. Um somu tíð varð landið bundið so mikið saman, at fólk kundu ferðast meira millum oyggjarnar, ella búsetast á nýggjum plássum, um livilíkindini vóru betri har. Í hesum førinum síggja vit, at tað í fleiri førum eru fólk, sum koma rættiliga langvegis frá, ið seta seg niður á Oyrarbakkanum, men eisini fólk úr grannabygdunum eru millum niðursetufólkini.
 
Eftir hesi fólk liggja gerðini og húsini, ið nærum knýta tær báðar eldru bygdirnar, [[Norðskála]] og [[Oyri]], saman í dag. Sum miðstøða í kommununi liggur væl fyri at hava felags hentleikar á Oyrarbakkanum. Eitt nú hevur [[Ungmannafelagið Eydnan]] bygt samkomuhøli tætt við brúnna um [[Streymin]] og [[Sunda kommuna]] hevur sína umsiting her.
 
Felags skúli fyri kommununa var bygdur á Oyrarbakkanum í [[1969]], eins og kommunurnar í Sundalagnum gingu saman um ein Felagsskúla fyri framhaldsdeildina har í [[1973]]. Støðugt vaksandi høliskrøvini á skúlaøkinum hava við sær, at vaksið verður um skúlarnar. Sum ein liður kommunala samstarvinum er eisini brandstøð bygd á Oyrarbakka.
 
Væntast kann, at góðu útbyggingarmøguleikarnir á Oyrarbakkanum framhaldandi kunnu fáa tilflytarar til plássið, eins og teir, ið løgdu lunnarnar í síni tíð.
 
== Útvortis ávísing ==
 
*
 
<br clear="all">
{{Sunda kommuna}}
 
[[Bólkur:Bygdir í Føroyum]]
[[Bólkur:Eysturoy]]
 
[[da:Oyrarbakki]]
[[de:Oyrarbakki]]
[[en:Oyrarbakki]]
[[hu:Oyrarbakki]]
[[nl:Oyrarbakki]]
[[no:Oyrarbakki]]
[[ro:Oyrarbakki]]
[[sv:Oyrarbakki]]