Munurin millum rættingarnar hjá "Gjógv"

Content deleted Content added
Jhendin (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Blanked the page
Linja 1:
{{Infoboks Bygd|
navn = Gjógv|
bygdakort = Gjogv on Faroe map.png|
postnummar = 476|
kommuna = Sunda kommuna|
markatal = 15|
íbúgvar = 49|
íbúgvar_ár = [[2006]]|
viðmerkingar =
}}
 
'''Gjógv''' er ein bygd í [[Eysturoy]] og har búgva 49 fólk. Gjógv bygd er við 49 íbúgvum ein av teimum smærru í kommununi, men við sínum jarðartilfeingi og sum útróðrarpláss var hon fyrr munandi betri fyri. Gjógv er helst seinni bygd enn grannabygdin [[Funningur]], men tó neyvan seinni enn tíðliga í [[miðøld]]. Útróðurin gav í síni tíð nógv virksemi í bygdini, og seinni hava nógvir skipsmenn verið við Gjógv.
 
Vanlukkur á sjónum raktu rættiliga tíðum bygdina, soleiðis sum mongu nøvnini við minnisvarðan bera boð um. Við nýggju tíðunum aftaná [[Seinni heimsbardagi|Seinna heimsbardaga]] fekk Gjógv bygd trupult við at varðveita fólkið á plássinum, og síðan hevur afturgongdin í fólkatalinum verið rættiliga støðug. Í bygdini er skúli, sum er bygdur í [[1883]]. Eisini hevur bygdin samkomuhús.
 
Av vinnuligum virksemi við Gjógv kann nevnast [[Elementvirkið]], sum varð stovnað í [[1982]]. Her verða betongelement gjørt til ymiskar bygningar. [[Gjáarsmolt]] hevur eisini havt smoltstøð í bygdini, men soleiðis sum viðurskiftini hava lagað seg í alivinnuni, hevur støðin ligið still eina tíð. Tó verður vónað, at tá framleiðslan kemur upp aftur á sítt gamla støði, kann hetta virksemi takast upp aftur.
 
Ferðavinnan hevur havt ein vaksandi týdning fyri Gjógv. Longu í [[1984]] byrjaði [[Gjáargarður]] sum vallaraheim, og hann er framvegis vælumtóktur. Her kunnu umleið 100 fólk gista í senn. Í [[2006]] hevur tiltakið [[Gjógv Adventure]] havt virksemi við útferðum og við sølu av ymiskum til ferðafólk í gamla handilinum í bygdini. Við Gjógv er nógv vakurt at síggja: tey høgu fjøllini, gjógvin og ymisk støð nærhendis bygdina.
 
== Útvortis ávísing ==
 
* [http://www.sigvardsen.net Sigvardsen.net - Staðanøvn við Gjógv]
* [http://www.gjogv.fo Gjogv.fo - Heimasíða] (kelda)
* [http://www.faroeislands.dk/pages/GjogvIndex.htm Faroeislands.dk - Gjógv]
* [http://www.gjaarhostel.dk Gjaarhostel.dk]
 
{{commons|Gjógv}}
 
<br clear="all">
{{Sunda kommuna}}
 
[[Bólkur:Bygdir í Føroyum]]
[[Bólkur:Eysturoy]]
 
[[cs:Gjógv]]
[[da:Gjógv]]
[[de:Gjógv]]
[[en:Gjógv]]
[[fr:Gjógv]]
[[kl:Gjógv]]
[[hu:Gjógv]]
[[nl:Gjógv]]
[[no:Gjógv]]
[[os:Джегв]]
[[ro:Gjógv]]
[[ru:Джегв]]
[[sv:Gjógv]]