'''Bóltfelagið Royn''' ella '''Royn''' er eitt fótbóltsfelag úr [[Hvalba]], sum var stovnað [[23. oktober]] [[1923]]. Formaður í felagnum er Maud Næs. Venjari er Róin Schrøter. Royn hevur eitt lið í 3. deild hjá monnum. Harumframt hevur Royn nøkur lið í barnadeildunum bæði hjá gentum og dreingjum.
== Fótbóltsvøllurin og Roynhøllin ==
Royn spælir sínar heimadystir á grasvøllinum í Hvalba. Fótbóltsvøllurin hjá Royn er beint við sandstrondina í Hvalba og við Roynhøllina, sum er mitt í bygdini. [[Roynhøllin]] er ein av fyrstu ítróttarhøllunum sum varð bygd í Føroyum. Bara KÍ høllin í [[Klaksvík]] er eldri. Báðar høllirnar vóru bygdar í í byrjanini av 1970'unum.
== Nøkur hagtøl frá mansfótbólti 1992 til 2009 ==
* Í 1992 spældi Royn í 2. Deild, liðið gjørdist nummar 4 við 23 stigum, [[LÍF]] og [[ÍF]] gjørdust nummar eitt og tvey, bæði liðini fingu tá 24 stig. [[MB]] var nummar trý við 23 stigum. [http://www.football.fo/UserImages/00001263_00001072_1992a.pdf pdf-fíla]
* Í 1993 endaði Royn næstniðast men slapp undan niðurflyting, tí [[MB]] og [[SÍF]] løgdu saman til [[FS Vágar]] og kundi ikki hava tvey lið í 2. Deild, so MB flutti niður og Royn bleiv verandi í 2. Deild. [http://www.football.fo/UserImages/00001071_1993.pdf pdf-fíla]
* Í 1994 gjørdist Royn nummar 6 í 2. Deild við 16 stigum. [http://www.football.fo/UserImages/00001071_1993.pdf pdf-fíla]
* Í 1995 endaði Royn næstniðast og flutti niður í 3. Deild. [http://www.football.fo/UserImages/00001069_1995.pdf pdf-fíla]
* Í 1997 spældi Royn aftur í 2. Deild og gjørdist nummar 4 við 33 stigum. Tað árið vann [[Sumba]] 2. Deild við 39 stigum, [[B36]] gjørdist nummar 2 við 36 stigum og [[TB]] nummar 3 við 34 stigum. Av tí at B36 frammanundan hevði lið í bestu deildini vóru tað Sumba og TB sum fluttu upp til bestu deildina. [http://www.football.fo/UserImages/00001066_1998.pdf pdf-fíla]
* Í 1998 gjørdist Royn nummar 4 í 2. Deild við 29 stigum. [[B71]] gjørdist vinnari av deildini við 41 stigum og rykti upp í 1. Deild. [[LÍF]] gjørdist nummar tvey við 33 stigum og [[FS Vágar]] gjørdist nummar trý við sama stigatali sum Royn, nevniliga 29 stig. [http://www.football.fo/UserImages/00001066_1998.pdf pdf-fíla]
* Í 1999 gjørdist Royn nummar 5 í 2. Deild við 24 stigum. Vinnarin tað árið gjørdist [[FS Vágar]] við 48 stigum. [http://www.football.fo/UserImages/00001065_1999.pdf pdf-fíla]
* Í 2000 spældi Royn í 2. deild men endaði niðast við 17 stigum og rykti niður í 3. Deild. [http://www.football.fo/UserImages/00001064_2000.pdf pdf-fíla]
* Í 2003 gjørdist Royn vinnari av 3. Deild við 49 stigum og rykti upp í 2. Deild. [[EB/Streymur]] gjørdist nummar 2 við 35 stigum. [http://www.football.fo/UserImages/00001061_2003.pdf pdf-fíla]
* Í 2004 gjørdist Royn nummar 5 í 2. Deild við 28 stigum. [[TB]] gjørdist vinnari av deildini við 38 stigum og rykti upp í 1. Deild. [[VB]] endaði aftast við 7 stigum og rykti niður í 3. deild. (VB hevði tó eitt lið í bestu deildini ta árið). [http://www.football.fo/UserImages/00001060_2004.pdf pdf-fíla]
* ''Í 2005 skiftir besta deildin navn frá 1. Deild til [[Formuladeildin]], næstbesta deildin skifti ikki navn fyrr enn seinni.''
*Í 2005 spældi Royn í 2. deild og gjørdist nummar 7 við 20 stigum. [http://www.football.fo/UserImages/00001203_kapping2005.pdf pdf-fíla]
*Í 2009 spældi Royn í 3. Deild í bólki B. Royn gjørdist 3 í bólkinum við 21 stigum. [http://www.football.fo/index.asp?id={62245EBE-7C25-473D-9FE7-A1D3AF4BE3EF} ]
== Keldur ==
* [http://www.football.fo/ Football.fo] Fótbólt Samband Føroya
== Útvortis ávísingar ==
* [http://www.royn.org/ Royn.org] Heimasíðan hjá Royn