Munurin millum rættingarnar hjá "Nólsoy"

Content deleted Content added
s bottur leggur aftrat: it:Nólsoy
Blanked the page
Linja 1:
{{Infoboks_Oyggj
| navn = Nólsoy
| mynd = Position_of_Nolsoy_on_Faroe_map.png
| vídd = 10,3
| vatn = 0,4
| íbúgvar = 264
| íbúgvar_ár = 2004
| íbúgvar_km2 = 26,1
| land = Føroyar
| viðmerkingar =
}}
 
'''Nólsoy''' er ein av smáu [[Oyggjar í Føroyum|oyggjunum í Føroyum]], 10 km² til víddar, og liggur stutt eystan fyri høvuðsstaðin [[Tórshavn]]. Hóast Nólsoy er 371 metrar høg, so er hon tann lægsta av øllum 18 oyggjunum í Føroyum, nakað sum nólsoyingar javnan minna fólk á.
 
Í sanginum hjá [[Hans Andreas Djurhuus|Hans Andreasi Djurhuus]] ''Lítið yvir Føroyaland'' tekur hann soleiðis til: ''Nólsoy ryggin úr sær spennir, stendur stinn - so long og mjá, verjir fyri Havnarvág''. So einfalda og sigandi lýsing kann bert eitt skald gera. Vit fáa at vita, hvussu oyggin sær út, og hvønn týdning hon hevur fyri høvuðsstaðin Tórshavn. Um oyggin ikki var, so var Tórshavn ikki høvuðsstaður Føroya.
 
Um ár [[1400]] er navnið á oynni skrivað ''Nors-oy'', og málfrøðingar halda navnið hava fornnorrønan uppruna í týdninginum tann smala ella mjáa oyggin. Serliga mjá og lág er hon, har bygdin liggur. Ja, tá ódnarveður er eystaneftir, hendir tað seg, at tað brýtur tvørtur um tað lægsta.
Mitt í bygdini, har oyggin er smalast, var inntil [[1984]] ''Holið''. Hol kom í oynna umleið 1900, tá lendið byrjaði at máast undan av veðri og sjógvi. Fyrrapartin mánadagin [[4. oktober]] 1984 var so nógv máað undan, at holið datt saman. Í dag er fótbóltsvøllur, har Holið var.
 
Í [[1893]] bygdi [[Danmark|danska]] ''[[Farvandsvæsenet]]'' vita syðst á Nólsoy, og er hann tann størsti í [[Danmark|danska kongaríkinum]]. Fólkatalið í oynni, tá ið tað var størst ([[1970]]), var um 350, men sum í øllum teimum smáu oyggjunum er tað minkað, og nú búgva umleið 250 fólk í Nólsoy.
 
Í [[2004]] kom Nólsoyggin uppí [[Tórshavnar kommuna|Tórshavnar kommunu]] eftir at hava verið sjálvstøðug kommuna. Tó at eingin býráðslimur er nólsoyingur er ein fólkavald staðbundin nevnd mannað við nólsoyingum, sum ráðgevur býráðnum í málum, sum viðkoma nólsoyingum og Nólsoynni.
 
== Myndasavn ==
<gallery>
Mynd:Nólsoy.3.jpg|Nólsoy
Mynd:Nólsoy.8.jpg|Nólsoy
Mynd:Nólsoy.6.jpg|Nólsoy
Mynd:Nólsoy.7.jpg|Nólsoy
</gallery>
 
== Vitin á Borðuni ==
[[Viti]]n á [[Borðan|Borðuni]] varð bygdur í [[1893]].
 
=== Vitameistarar ===
* 1895 - [[1903]] Eduard Vilhelm Ferdinand Christoffer Schønfeldt
* 1903 - ? V. Larsen
* 1940 - ? Anders Hansen
 
==Slóðir úteftir==
*[http://www.visitnolsoy.fo Heimasíðan hjá Kunningarstovuni í Nólsoy]
{{commons|Nólsoy}}
{{Oyggjar}}<br>
{{Tórshavnar Komuna}}
 
[[Bólkur:Nólsoy|*]]
 
[[cs:Nólsoy]]
[[da:Nólsoy]]
[[de:Nólsoy]]
[[en:Nólsoy]]
[[es:Nólsoy]]
[[fi:Nólsoy]]
[[fr:Nólsoy]]
[[he:נולסוי]]
[[hu:Nólsoy]]
[[is:Nólsey]]
[[it:Nólsoy]]
[[nl:Nólsoy]]
[[nn:Nólsoy]]
[[no:Nólsoy]]
[[os:Нольсой]]
[[pl:Nólsoy]]
[[pt:Nólsoy]]
[[ro:Nólsoy]]
[[ru:Ноульсой]]
[[sk:Nólsoy]]
[[sv:Nólsoy]]
[[vi:Nólsoy]]