'''Rituvík''' er bygd í [[Eysturoy]]nni. Rituvík er niðursetubygd frá [[1873]] og búgva 271 fólk ([[2005]]) í bygdini í dag. [[Kirkja]]n í Rituvík varð vígd [[18. desember|18/12]] [[1955]]. Minnisvarði er reistur á staðnum í [[1975]] yvir tey fyrstu 8 húskini, ið settu búgv har. Maðurin við hakanum vísir strevið við at velta upp úr nýggjum, og konan við stokkunum vísir á knossið við at virka klæðir úr ullini. Áskriftin er: "Tann kraft sum teimum treysti gav, var lít til Gud og land og hav". Um summarið verður skipað fyri mentanartiltaki niðri á støðni.