Munurin millum rættingarnar hjá "Tjørnuvík"

Content deleted Content added
No edit summary
Blanked the page
Linja 1:
{{Infoboks Bygd|
navn = Tjørnuvík|
bygdakort = Tjornuvik on Faroe map.png|
postnummar = 445|
kommuna = Sunda kommuna|
markatal = 24|
íbúgvar = 70|
íbúgvar_ár = [[2005]]|
viðmerkingar =
}}
 
'''Tjørnuvík''' er ein bygd í [[Streymoy]]. Útgrevstar hava prógvað, at Tjørnuvík telist millum elstu bygdirnar í landinum. Her eru funnar leivdir frá [[Víkingur|víkingatíð]] og eins og í fleiri av elstu búsetingunum í landinum sæst, at tað ikki var so umráðandi, at talan var um kyrrupláss. Heldur var umráðandi, at lendisviðurskiftini vóru góð til velting og at ein góð matará rann framvið.
 
Markatalið í Tjørnuvík er 24, býtt í tríggjar hagapartar: Norðan Kamb (12 merkur), Heiman Kamb (8 merkur) og Fyri Sunnan (4 merkur).
 
Norðanfyri er Tjørnuvíksstakkur, har tjørnuvíkingar hava seyð gangandi. Nakrir ferðir á hvørjum sumri verður skipað fyri ferð við tráðbananum út á [[Stakkin]]. Eisini [[Sjeyndir]], sum er norðasta víkin á [[Streymoy]]nni, eru eina útferð verdar.
 
Tjørnuvík hoyrir til mest vitjaðu ferðamálini í landinum. Bygdin og landslagið kring hana er serliga vakurt við útsýni út í Flógvan og til [[Risan]] og [[Kellingina]]. Í summarhálvuni er tískil vanliga nógv ferðafólk í bygdini.
 
Í Tjørnuvík finst bygdahús, sum er karmur um felagstiltøkini í bygdini.
 
Fólkatalið í bygdini hevur havt ilt við at halda tørn við menningina í landinum sum heild, men tað er tó støðugt – um tey sjeyti. Skúli er í Tjørnuvík við 6 næmingum.
 
Upprunaliga er Tjørnuvík gomul kirkjubygd, bæði hjá [[Haldórsvík]] og [[Saksun]], men stutt eftir at [[Kirkja (hús)|kirkjan]] í [[Haldórsvík]] var bygd í [[1856]], var [[Kirkja (hús)|kirkjan]] í Tjørnuvík tikin niður og ein partur av henni fluttur til [[Saksun]]ar. Helst var orsøkin, at [[Haldórsvík]] stóð í vøksti um hetta mundið. Útróðurin vant uppá seg, og her vóru umstøðurnar betri í [[Haldórsvík]]. Ikki fyrr enn í [[1937]] varð kirkjugongd hildin aftur í Tjørnuvík.
 
== Eplavelting ==
 
Í [[1797]] býttu tjørnuvíkingar sandin millum sín at velta [[epli]] og [[røtur]] í. Garðar vórðu laðaðir millum stykkini, og bæði veltur og garðar síggjast enn.
 
== Keldur ==
 
* Eplaveltur í Tjørnuvík. Í: Mondul nr. 1/1983.
 
<br clear="all">
 
{{Sunda kommuna}}
 
[[Bólkur:Bygdir í Føroyum]]
[[Bólkur:Streymoy]]
 
[[da:Tjørnuvík]]
[[de:Tjørnuvík]]
[[en:Tjørnuvík]]
[[hu:Tjørnuvík]]
[[nl:Tjørnuvík]]
[[no:Tjørnuvík]]
[[sv:Tjørnuvík]]