Munurin millum rættingarnar hjá "Suðuroy"

Content deleted Content added
No edit summary
Blanked the page
Linja 1:
{{Infoboks_Oyggj
| navn = Suðuroy
| mynd = Position_of_Suduroy_on_Faroe_map.png
| vídd = 163,7
| vatn = 0,8
| íbúgvar = 4792
| íbúgvar_ár = [[2009]]
| íbúgvar_km2 = 30,7
| land = Føroyar
| viðmerkingar =
}}
 
'''Suðuroy''' er syðsta oyggj í [[Føroyar|Føroyum]]. Landslagið í Suðuroy er sermerkt av djúpum firðum. Umframt framúrskarandi landslagið kann oyggin bjóða eitt breitt úrval av áhugaverdum tilboðum, frá søguríku [[Sandvík]] í norði til náttúruvøkru [[Sumba]] í sunnan. Størstu býirnir, [[Tvøroyri]] og [[Vágur]], liggja við firðir umgirdir av fjøllum.
 
Vegir eru millum allar bygdir og býir, og ganga hesir gjøgnum bergtakandi náttúrufyribrigdir. Norðastu bygdirnar, [[Hvalba]] og [[Sandvík]], hava samband við hvørja aðra gjøgnum eitt av landsins elstu bergholum. Úr hesum bygdum er vakurt útsýni til [[Føroyar|Føroya]] einastu mannleysu oyggj, [[Lítla Dímun]].
 
[[Hvalba]] er einasta pláss, har enn verður arbeitt á kolinum. [[Hov]] telist millum elstu bygdir í Suðuroy. Og var [[Hov]] høvuðssæti hjá [[Havgrími]] í [[víkingatíð]]ini, sum eisini er grivin í [[Hov]]i. [[Porkeri]] er kend fyri sína sermerktu og vøkru trækirkju frá [[1847]]. Sunnast á oynni liggur [[Sumba]], ið fostrað hevur eitt av [[Føroyar|Føroya]] mætastu skaldum, [[Poul F. Joensen]]. Á veg til og úr [[Sumba]] eftir gamla fjallavegnum er [[Beinisvørð]], 469 m høgt, [[Føroyar|Føroya]] næsthægsta fuglabergi, sum alkent er fyri sín vakurleika.
 
Tað er langt millum ungu fólkini í Suðuroynni. Yngra ættarliðið er burtur, og fá børn koma afturat. Tey ungu, serliga kvinnurnar, rýma av oynni og venda ongantíð aftur. Um gongdin ikki vendur, fer fólkatalið á oynni at minka nógv og skjótt komandi árini. Fólkatalið í Suðuroy er minkað 16 prosent í árunum frá [[1985]] til [[2007]]. Í sama tíðarskeiði er talið á fólki undir 20 ár minkað 31,5 prosent, og aldursbólkurin 20 til 39 ár minkaður 24,8 prosent.
 
[[Mynd:Beinisvord, westcoast of suduroy, faroe islands.JPG|200px|thumb|Beinisvørð]]
[[Mynd:Lopranseidi.jpg|200px|thumb|Lopranseiði]]
[[Mynd:Faroe stamp sheet 465-474 suduroy.jpg|200px|thumb|left|Frímerki frá 2004]]
 
== Bygdir ==
[[Sandvík]], [[Hvalba]], [[Trongisvágur]], [[Tvøroyri]], [[Froðba]], [[Øravík]], [[Fámjin]], [[Hov]], [[Porkeri]], [[Vágur]], [[Nes]], [[Akrar]], [[Lopra]], [[Víkarbyrgi]], [[Sumba]].
 
== Slóðir ==
* [http://www.flickr.com/photos/14716771@N05/sets/72157604369438578/ Suðuroy] Myndasavn á Flickr hjá Erik Christensen, Porkeri.
* [http://www.faroestamps.fo/?side=e49d36d46e8000543390ab44a82c446c Faroestamps.fo - Suðuroy]
* [http://commons.wikimedia.org/wiki/Smyril MF Smyril]
* [http://www.sudurras1.com/ Suðurrás, Suðuroyarportalurin]
 
{{commons|Suðuroy}}
 
{{Oyggjar}}
 
[[Bólkur:Suðuroy|*]]
 
[[cs:Suðuroy]]
[[da:Suðuroy]]
[[de:Suðuroy]]
[[en:Suðuroy]]
[[es:Suðuroy]]
[[fi:Suðuroy]]
[[fr:Suðuroy]]
[[he:סוד'ורוי]]
[[hu:Suðuroy]]
[[is:Suðuroy]]
[[it:Suðuroy]]
[[nl:Suðuroy]]
[[nn:Suðuroy]]
[[no:Suðuroy]]
[[os:Суурой]]
[[pl:Suðuroy]]
[[pt:Suðuroy]]
[[ro:Suðuroy]]
[[ru:Сувурой]]
[[sk:Suðuroy]]
[[sr:Јужно острво (Фарска Острва)]]
[[sv:Suðuroy]]
[[vi:Suðuroy]]
[[zh:南岛 (法罗群岛)]]