'''Sjónleikur''' er ein listagrein, hvar ein ella fleiri sjónleikarir framføra eitt verk við at akta og ofta eisini við at føra samrøðu.
==Sellofan==
Sellofan er upprunaliga ein íslendskur einrøðuleikur, sum bleiv umsettur í samband við Listastevnuna 2005. [[Tjóðpallur Føroya]] skipaði fyri uppsetingini í august/september.
* Leikari: Kristina Nolsøe
* Leikstjóri: (Høvundurin)
* Týðari: Ria Tórgarð
{{Stubbi}}
Sellofan snýr seg um lívið hjá karrierukvinnuni, sum í sínum stressaða dagligdegi roynir at samtvinna egnar arbeiðsambisjónir, barnauppalingina og sexlívið. Men eftirsum tað er heldur trupult hjá henni at náa alt, so verður ymiskt (sum til dømis: reingerð og rudding) útsett til seinni, man skal jú sleppa at hugna sær frammanfyri sjónvarpinum onkuntíð! Maðurin arbeiðir nógv fyri at tey skulu fáa ráð til hetta lívið, og eftirsum hann eisini skal hava sítt, og hon er farin at stúra fyri sexlívinum, fer hon at vinda seg inn í sellofan, tí tað hevur hon lisið í einum damu-blað, at monnum dámar væl.
Hvussu er og ikki, so dámdu føroysku áskoðararnir væl leikin, tí heilt nógv fólk sóu hann. Sama skilið var í Íslandi, haðani leikurin upprunaliga stavar.
==Grýlan Sí eisini ==
* [[Sjónleikarhúsið]]
Stuttsøgan Grýlan hjá [[William Heinesen]], varð í február [[2005]] sett upp sum leikur í [[Sjónleikarahúsið|Sjónleikarhúsinum]] í Havn. Tað er leikbólkurin Willieboys, sum setti leikin upp.
Í Willieboys eru:
* Bárður Persson, stigtakari, týðari, samskipari og leikari.
* Finnur Jensen, leikari.
* Kjartan Hansen, leikari.
* Gunnvá Zachariassen, leiksstjóri.
Grýlan er um fornan føstugangssið í Føroyum, og er at finna í savninum Himinin Brosar hjá William Heinesen. Christian Matras týddi søgurnar.
Í [[Svínoy]] helt hesin siður sær heilt til 1956. Poengið í Grýluni er í stuttum, at hon skal tryggja lív, gróður og ávøkst. Tað ger [[Grýla|Grýlan]] við at signa grøðina, djór og menniskju við Standara sínum (t.e. sjálvsagt manligi kynslimurin). Men sum vera man hevur maðurin, sum á hvørjum ári letur seg í sum grýla, svárar trupulleikar av at sameina henda forna, heidna sið við sína [[Kristindómur|kristnu]] trúgv. Og tað er júst hesin tvídráttur, ið skapar stóra spenningin í søguni.
|