Munurin millum rættingarnar hjá "Lopra"
Content deleted Content added
EileenSanda (kjak | íkøst) s Fólkatalið dagført |
EileenSanda (kjak | íkøst) No edit summary |
||
Linja 9:
viðmerkingar =
}}
'''Lopra''' er ein bygd í [[Suðuroy]]nni, bygdin liggur 5 km sunnanfyri Vág. Fólkatalið var 92 við ársbyrjan 2010. Ein tunnil bindur bygdirnar Lopra og [[Sumba]] saman, [[sumbiartunnilin]] lat upp í [[1997]]. [[Akrar]] er lítil bygd sum liggur 2 km eystanfyri Lopra. Lopra liggur í einum dali rundan um Lopransfjørð. Tá ein kemur koyrandi úr Vági til Lopra sæst toppurin av [[Beinisvørð]]i daga undan Hestinum. Eitt spískt fjall í Lopra sum minnir um eina pyramidu eitur Kirvi. Fjallið eystanfyri Lopra móti Økrum eitur Siglifelli. Beint áðrenn ein kemur til Lopra er ein vík sum eitur Ónavík. Úr [[Ónavík]] er ein vegur gjørdur eitt petti vestureftir, hesin førir til [[Lopranseiði]], tó ikki heilt vestur. Lopranseiði er sera vakurt og sermerkt stað á vestursíðuni av Suðuroynni. Har er eisini [[Lopransholmur]]. Útsýnið suðureftir móti [[Beinisvørð]]i er einastandandi.
== Søga ==
*1834 fyrsta búsetingin var í Lopra, tá bóndin Andreas Thomassen flutti sín bóndagarð frá [[Sumba]] til Lopra
*1901 [[Hvalastøð]] varð gjørd í Lopra, hetta var tann fjórða í [[Føroyar|Føroyum]]
*1908 Ein verksmiðja sum gjørdi leivdir av stórhvali til náttúru tøð varð tikin í nýtslu
*1946 Stórhvalaveiða byrjaði aftur frá Lopra, eftir at onki virksemi hevur verið síðan 1940
*1953 er talið av stórhvali minkað so nógv, at hvalastøðin varð stongd
*1957 Felags skúli og kirkjubygningur fyri Lopra og [[Akrar]] varð vígdur
*1981 Tað var borðað niður í 2178 metrar dýpd, og tey funnu lítlar nøgdir av gassi, men ikki nokk til at tað loysti seg
*1991 Tað var sprongt fyri seinastu ferð í februar og hol varð komið ígjøgnum fjallið úr Lopra til Sumbiar
*1996 Í juli varð aftur farið at bora í [[Ónavík]], nærhendis Lopra, og hesaferð varð borað niður í 3558 m uttan at olja varð funnin, men úrslitini vóru virðismikil í sambandi við oljuleiting úti á havinum
*1997 Í desember lat [[Sumbiartunnilin]] upp
<gallery>
Image:Image-Lopra.1.jpg|Lopra
Image:Lopra.2.jpg|Lopra, Suðuroy
Image:Lopranseidi.jpg|Lopranseiði
Image:Lopranseiði 1899.jpg|Lopranseiði, 1899
</gallery>
{{commons|Lopra}}
{{stubbi}}
|