Munurin millum rættingarnar hjá "Verkamannafylkingin"

føroyskur politiskur flokkur
Content deleted Content added
Nýggj síða: '''Verkamannafylkingin''' (VMF) var ein vinstrasinnaður politiskur flokkur í Føroyum. Hann var stovnaður av misnøgdum javnaðarveljarum, úr fakfelagsr...
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 7. apr 2010 kl. 15:33

Verkamannafylkingin (VMF) var ein vinstrasinnaður politiskur flokkur í Føroyum. Hann var stovnaður av misnøgdum javnaðarveljarum, úr fakfelagsrørsluni.[1] Verkamannafylkingin var umboðað á løgtingi frá 1994 til 1998. Ingeborg Vinther frá Verkamannafylkingini var fyrsta kvinnuliga løgtingsumboð , valt í Suðuroy.[1]


Søga

Verkamannafylkingin fekk meiri enn 2 400 atkvøður í 1994, og tak rakk til at fáa 3 umboð á Ting. Verkamannafylkingin gjørdist soleiðis 5. størsti flokkur og var farið fram um Sjálvstýrisflokkin. Verkamannafylkingin fór í samgongu við Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin við Edmundi Joensen (B) sum løgmanni. Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, gjørdist landsstýrismaður fyri Verkamannafylkingina í ídnaðar- og arbeiðsmarknaðarmálum. Axel H. Nolsøe tók við sessinum eftir Óla frá desember 1995. Tá landsstýrið í juni 1996 varð umskipað, helt Edmund fram sum Løgmaður, og Axel H. Nolsøe gjørdist landsstýrismaður fyri Verkamannafylkingina í arbeiðsmarknaðar, almanna- og heilsumálum.Í oktober 1996 loysti Kristian Magnussen Axel av, og í mars 1998 loysti Óli Jacobsen aftur Kristian Magnussen av til nýggj samgonga varð skipað í mei eftir valið 30. apríl 1998.


Landsstýrismenn

   * Óli Jacobsen, 1994–1995 og 1998
   * Axel H. Nolsøe, 1995–1996
   * Kristian Magnussen, 1996–1998


Løgtingslimir

Árini 1994 til 1998.

   * Óli Jacobsen, Eysturoy
   * Karl Robert Johansen, Eysturoy (vara fyri Óla Jacobsen)
   * Kristian Magnussen, Suðurstreymoy
   * Ingeborg Vinther, Suðuroy



Slóðir