Munurin millum rættingarnar hjá "Bahá'í trúgvin"

Content deleted Content added
No edit summary
Xqbot (kjak | íkøst)
s bottur broytur: af:Baha'i; kosmetiske ændringer
Linja 1:
[[Mynd:Seat_of_the_House_of_Justice.jpg|thumb|right|250px|Høvuðssæti er í [[Haifa]] í [[Ísrael]].]]
'''Bahá'í Trúgvin''' er ein [[Átrúnaður|alheimstrúgv]]. [[Orð]]ið "Bahá'í" merkir "ein sum fylgir Bahá'u'lláh". "Bahá'u'lláh" merkir "dýrd Guðs" og hetta er navnið á tí boðberanum, sum bahá'íar trúgva er Guðs sendiboð til okkara tíð.
 
Bahá'íar trúgva at Guð opinberar seg gjøgnum síni sendiboð í einari stigvísari opinbering. Mannaættin er ikki før fyri at taka ímóti Guðs veruleika í einum, men má búnast og mennast so líðandi. Guð sendir so síni sendiboð við boðum og vegleiðing sum hóskar til tann tørv sum menniskjuni hava á júst tí staðnum og tí tíðini. Ongin av boðberunum er "størri" ella "sannari" enn hinir. Teir kappast ikki.
Linja 16:
Bahá'iar eru sannførdir um at Bahá'u'lláh var [[Jesus|Jesus Kristus]] sum kom aftur og at lyfti Guðs til menniskjuni um eina betri tíð fyri øll er gingið út. Bahá'u'lláh segði at menniskjuni liva her á [[jørðin]]i til tess at menna andaligar førleikar sum vit fara at hava tørv á í lívinum eftir hetta. Hann líknar mannalívið á [[jørðin]]i við lívið hjá fostrinum í móðurlívi, fostrið kann ikki ímynda sær heimin uttanfyri sína egnu lítlu verð, hóast tað á ein hátt longu livir í tí størru verðini. Tað er bara enn ikki nóg búgvið til at síggja og uppliva heimin størri enn júst lívmóðrina hjá mammuni.
 
Og kortini so er endamálið við fosturlívinum at búgva seg til ein heilt øðrvísi heim enn tann, fostrið kennir. Tað skal hava armar og bein, eygu, oyru, alt sum er gott og neyðugt fyri at liva mannalívið. Mennast vit ikki eins og fostrið í móðurlívi, meðan vit liva á [[jørðin]]i, so verða vit sum andaligir kryplingar ella píningar, og enn tarnaði av hesum í lívinum sum kemur. Andaligi vøksturin hjá tí einstaka fer fram bæði innan í hvørjum fólki, og í samveru við onnur. Andaliga støðið vit eru á, speglast í samfelagnum, hvussu vit eru móti hvørjum øðrum, og hvørjum málum vit stremba eftir.
 
[[Bólkur:Átrúnaður]]
[[Bólkur:Bahá'í]]
 
[[af:BaháBaha'íi]]
[[an:Bahaísmo]]
[[ar:بهائية]]