Munurin millum rættingarnar hjá "Sunda kommuna"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 1:
 
''' Sunda kommuna''' er ein kommuna í [[Føroyar|Føroyum]]. Sunda kommuna er úrslitið av einum samstarvi millum kommunurnar í [[Sundalagið|Sundalagnum]] í mong ár. Talan var tá um [[Hósvík]]ar-, [[Hvalvík]]ar-, [[Haldórsvík]]ar- og Sunda kommunur. Hetta samstarv var longi skipað í einum kommunufelagsskapi, men í [[2003]] varð hildið, at tíðin var búgvin at leggja saman í eina felags kommunu, saman við bygdunum [[Gjógv]] og [[Saksun]]. Við fólkaatkvøðu í øllum bygdum var uppskotið um samanlegging samtykt, og [[1. januar]] [[2005]] fór nýggja kommunan til verka.
 
Bygdirnar fram við Sundalagnum hava eina langa og ríka [[Søga|søgu]]. Markatalsbygdirnar eru [[Hósvík]] (19 merkur), [[Hvalvík]] (24 merkur), [[Streymnes]] (12 merkur), [[Saksun]] (29 merkur og 8 gyllin)), [[Haldórsvík]] (12 merkur), [[Tjørnuvík]] (24 merkur), [[Oyri]] (12 merkur), [[Norðskáli]] (4 merkur) og [[Gjógv]] (15 merkur). Í mangar øldir, tá landbúnaðurin var høvuðsálitið, var tætt samanhang millum markatal og fólkatal. Tá fiskivinnan so við og við mentist í [[19. øld]], fyrst við útróðri og síðan við sluppfiskiskapi, broyttist hetta mynstur tó. Í hesum tíðarskeiði vaks fólkatalið nógv, og hóast inntøkurnar meira og meira komu frá fiskivinnuni, var jarðarbrúkið enn ein týðandi partur av gerandisdegnum hjá teimum flestu. Tí vóru eisini nógv gerði løgd inn burturav haganum, serliga aftaná at myndugleikarnir góvu heimild fyri hesum í seinnu helvt av [[19. øld]] og aftur við lógini frá [[1938]].
 
Sundið millum [[Eysturoy]]nna og [[Streymoy]]nna hevur ikki skilt bygdirnar frá hvørji aðrari, men heldur verið leiðin, sum fólk ferðaðust eftir, tá tey fóru á vitjan og tá tað ráddu um onnur ørindi. Tí ber til at siga, at hóast bygdirnar livdu sítt sjálvstøðuga lív, vóru eisini bond, sum bundu tær saman, í gaman og í álvara. Ein góð lýsing av hesum viðurskiftum er at lesa í bókini Á bygd fyrst í tjúgundu øld eftir víkamanninum [[Sámali Johansen]].