Munurin millum rættingarnar hjá "Hvalvík"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 14:
'''Hvalvík''' er ein bygd í [[Streymoy]]. Navnið "Hvalvík" sigur frá, at her er ein av góðu hvalvágunum í landinum. Niðri á Hvalvíksoyruni er góð sandstrond, har mong grindin hevur lagt beinini. Til Hvalvíkar hoyra 24 merkur av jørð, 14 av kongsjørð og 10 merkur av ognarjørð. Festini eru trý. Lendið kring bygdina gevur góðar umstøður at reka landbúnað, sum hevur verið sera umráðandi í eldri tíð. Seinni, tá fiskivinnan fór at gera seg galdandi, misti jarðarbrúkið fyri ein part sín týdning. Menn fóru til skips, og síðan hava eisini aðrir vinnuvegir tikið seg upp, eitt nú innan handverk, flutning, aling og innan handil.
 
Í Hvalvík heldur fyritøkan [[Norðsetur]] til, sum hevur smíðað sniðhús síðan [[1980]]. Fyritøkan fekk sær egnan framleiðslubygning í [[1983]], og hevur síðan smíðað eina ørgrynnu av húsum kring alt landið. Eisini eru hús útflutt til [[Týskland]]s. Norðsetur byggir eisini størri virkisbygningar, eitt nú hallir, skrivstovubygningar og handlar. Á bryggjuni í [[Hvalvík]] halda eisini aðrar fyritøkur til við goymslubygningum og øðrum.
 
[[Kirkja (hús)|Kirkjan]] í Hvalvík er elsta [[Kirkja (hús)|kirkja]] í landinum. Hon er bygd í [[1829]], og er bygd úr viði frá [[Skotland|skotsku]] barkini [[Broon]], sum fór á land í [[Saksun]] árið fyri. Frammanundan stóð ein eldri [[Kirkja (hús)|kirkja]] í Hvalvík. Prædikustólurin í [[Hvalvíkar kirkju]] varð gjørdur til [[Havnar Kirkja|Havnar kirkju]] í [[1609]] og er seinni keyptur til Hvalvíkar. Talan er um eitt sjáldsamt listarverk, ið hevur sína egnu, serligu [[Søga|søgu]].