Munurin millum rættingarnar hjá "Hvalvík"

Content deleted Content added
Zorrobot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat: no:Hvalvík
No edit summary
Linja 10:
}}
 
[[Mynd:Hvalvík, Faroe Islands (2).JPG|left|thumb|left|Hvalvík.]]
 
'''Hvalvík''' er ein bygd í [[Streymoy]]. Navnið "Hvalvík" sigur frá, at her er ein av góðu hvalvágunum í landinum. Niðri á Hvalvíksoyruni er góð sandstrond, har mong grindin hevur lagt beinini. Til Hvalvíkar hoyra 24 merkur av jørð, 14 av kongsjørð og 10 merkur av ognarjørð. Festini eru trý. Lendið kring bygdina gevur góðar umstøður at reka landbúnað, sum hevur verið sera umráðandi í eldri tíð. Seinni, tá fiskivinnan fór at gera seg galdandi, misti jarðarbrúkið fyri ein part sín týdning. Menn fóru til skips, og síðan hava eisini aðrir vinnuvegir tikið seg upp, eitt nú innan handverk, flutning, aling og innan handil.
'''Hvalvík''' er ein bygd í [[Streymoy]].
 
Í Hvalvík heldur fyritøkan [[Norðsetur]] til, sum hevur smíðað sniðhús síðan [[1980]]. Fyritøkan fekk sær egnan framleiðslubygning í [[1983]], og hevur síðan smíðað eina ørgrynnu av húsum kring alt landið. Eisini eru hús útflutt til [[Týskland]]s. Norðsetur byggir eisini størri virkisbygningar, eitt nú hallir, skrivstovubygningar og handlar. Á bryggjuni í [[Hvalvík]] halda eisini aðrar fyritøkur til við goymslubygningum og øðrum.
 
[[Kirkja (hús)|Kirkjan]] í Hvalvík er elsta [[Kirkja (hús)|kirkja]] í landinum. Hon er bygd í [[1829]], og er bygd úr viði frá [[Skotland|skotsku]] barkini [[Broon]], sum fór á land í [[Saksun]] árið fyri. Frammanundan stóð ein eldri [[Kirkja (hús)|kirkja]] í Hvalvík. Prædikustólurin í [[Hvalvíkar kirkju]] varð gjørdur til [[Havnar Kirkja|Havnar kirkju]] í [[1609]] og er seinni keyptur til Hvalvíkar. Talan er um eitt sjáldsamt listarverk, ið hevur sína egnu, serligu [[Søga|søgu]].
 
Í Hvalvík er nýggjur dagstovnur bygdur – Barnagarðurin við [[Kráir]], sum rúmar 60 børnum. Skúlin í Hvalvík hevur næmingar frá 1. til 7. flokk, tilsamans úti við 60 børn. Síðan verður hildið fram á Felagsskúlanum á [[Oyrarbakka]]. Bygdin er í vøkstri - fólkatalið liggur omanfyri tey 200, og útlit eru fyri, at hesin vøkstur fer at halda fram. Bygt verður nú inn móti [[Saksunardali]], í natúruvøkrum og friðaligum umhvørvi.
 
== Útvortis ávísing ==
Line 19 ⟶ 25:
* [http://www.stamps.fo/default.asp?catalog%5Fname=Frim%E6rker&category%5Fname=&product%5Fid=318 Stamps.fo - Hvalvíkar kirkja]
* [http://www.folkakirkjan.fo/Web/Kirk/Kirk/hvalv.html Folkakirkjan.fo - Hvalvíkar kirkja]
 
 
{{stubbi}}
 
{{commons|Hvalvík}}